Vit syrgja øll í dag, nú stríðsmaðurin fyri sosialum rættvísi er farin. Serliga leitar hugur okkara til tey, sum eftir sita, segði Høgni Hoydal um Finn Helmsdal á Rás2 Hóast tað ber á tað borðið, so kemur deyðin altíð óvæntað. Eisini hjá sosiala stríðsmanninum Finni Helmsdal.
- Sjálvt nú, tá hann mátti berjast fyri sínum egna lívi, megnaði hann kortini at seta síni spor so sjónlig í stríðnum fyri sosialum rættvísi, sum var hansara aðalmál í lívinum eins væl í politikki sum privat, segði Høgni Hoydal við Rás2.
-Okkara tankar fara fyrst og fremst til Jóruna, konuna, og børnini og abbasonin saman vikð versoninum. Finnur prógvaði, at hann var ein stríðsmaður, sum stríddist fyri sosialum rættvísi og fyri korunum hjá teimum minni mentu, segði formaður Tjóðveldis.
- Tað standa nógvir varðar eftir Finn Helmsdal. Hann stríddist fyri fyritíðarpensjónistum, fyri teimum sosialt veiku í samfelagnum, fyri andveikaverndini. Hann hevur sett síni spor, bæði mentanarliga og ítróttarliga, segði Høgni Hoydal.
- Vit syrgja øll í dag. Finnur Helmsdal hevur sett sínar lýsandi varðar eftir seg. Vit lýsa frið yvir minninum um sosiala stríðsmannin Finn Helmsdal, segði Høgni Hoydal í minningarorðum á Rás 2 í dag.