Ítróttarklumma
Hóast fleiri helst vildu vera við, at aktuella málið skuldi kostað aðalskrivaranum starvið, so hevði hetta í sjálvum sær ikki loyst teir heilt nógvu trupulleikarnar. Politiskt amputeraða støðan við einum beinleiðis valdum forseta, sum sat í greiðum minniluta, hevði framvegis verið eins fastlæst, og tí vóru kravboðini til nevndina púra greitt, at fáa betri skil á meira yvirskipað viðurskifti.
Við hesum er ikki sagt, at aðalskrivarin er friðaður, og framvegis eru helst fleiri feløg, sum ynskja aðalskrivaran úr sessinum. Men partvíst vildi ein uppsøgn í verandi løtu skaða umdømið hjá føroyskum fótbólti. Og partvíst vildi eitt grundarlag í aktuella málinum ikki verið nóg gott, tá hægsti UEFA-instansur longu hevur sagt, at málið er loyst við eini »nøs«. Og tí kann føroyska »rættarskipanin« illa flokka málið øðrvísi.
Hinvegin tekna politisku útmeldingarnar útmeldingarnar sína týðuligu vangamynd av einum komandi FSF-forseta.
Talan skal tá verða um persón við royndum innan leiðslu og fíggjarstýring. So ella so skal hann hava verið aktivur innan føroyska fótbóltsheimin. Og havandi í huga kritikkin um vantandi sambandið millum FSF og feløgini, vildi tað ikki verið verri, um viðkomandi hevur royndir frá nevndararbeiði í fótbóltsfelag.
Í so máta tykist talan vera um vangamynd, ið er skræddaraseymað til Kristjan á Neystabø, sum í løtuni er formaður í B36.
Á fundinum leygardagin var hann maðurin, sum stýrdi orðaskiftinum, men hóast hetta er hann ikki við í bólkinum, sum skal gera uppskot um bygnaðarbroytingar. Bæði frá felagsarbeiði og vinnulívi hevur hann royndirnar. Avbjóðingin tykist hóskandi sum otium hjá einum persóni, sum hevur nátt flestu av settu málum sínum. Og kanska mest týðandi, so er hann ein bygdarmaður í Havn, og kann tí fáa breiðan uppbakning úr samlaða føroyska fótbóltsumhvørvinum.
Helst bert ein hypotesa, at og sjálvur sigur víkarmaðurin, at hann ikki er tøkur til sessin.










