Lýsakríggjdagur 31. januar

31. januar 2010 er ásettur at vera almennur lúsakríggjdagur í fleiri Norðurlondum. Í fjør varð skipað fyri lýsakríggjdegi í Føroyum, og tað verður aftur í ár. -Lýs eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Tí eru Gigni ? heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya, aftur í ár farin í eitt samstarv, við tí endamálið at basa lús, siga Gigni og Apoteksverk Føroya í dag.

Tann 31. januar 2010 verður tí eisini skipað fyri einum landsumfatandi átaki, ið nevnist Lúsakríggj 2010.

Í fjør fingu øll skúlabørn í teimum yngstu flokkunum ein pakka heim við, til at basa lýsnum. Í ár fara øll barnagarðsbørn í Føroyum at fáa ein pakka. Eisini verður varpað ljós á Lúsakríggi á ymiskan hátt.

-Fyri at basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kembað sama dag. Tí heita vit á øll foreldur um at kemba teirra børnum vikuskiftið 31. januar 2010, siga Gigni og Apoteksverk Føroya í tíðindaskrivi.

Meira kann lesast um Lúsakríggj á www.gigni.fo og www.apotek.fo