Fótbóltslýsing
Ivast tú í, um Todi Jónsson átti fríspark, tá Krister Nordin togaði hann niður seinasta sunnudagin, so eru eyguni farin at bila. Hetta er í øllum førum klokkuklári boðskapurin frá donsku handilsketuni, Synoptik.
Í stórari lýsing verður fyrst spurt, um talan var um brotsspark, og niðanfyri stendur so, at tú er vælkomin at fáa eina sjónarroynd.
Lýsingin sigur einki um, hvørt Kim Milton Nielsen longu hevur verið og kannað sær eyguni, nú áðrenn hann skal døma dystir í HM-kappingini.