Lýsa eftir nýggjum aðalstjóra

Løgmansskrivstovan lýsir í dag eftir nýggjum aðalstjóra til nýggja Løgmálaráðið. Nýggi aðalstjórin fær hampiliga løn

Starvsetan


Søkt verður nú eftir aðalstjóra til nýggja Løgmálaráðið, sum samtykt varð at stovna, tá nýggja samgongan varð skipað.
Nýggi aðalstjórn skal hava ábyrgdina av at skipa nýggja Løgmálaráðið. Hann skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samsvarandi útbúgving frá lærdum háskúla.
Nýggi aðalstjórin verður løntur sum hinir aðalstjórarnir í 39. lønarflokki í Tænastumannasáttmálanum, av tí at starvið er tænastumannastarv.
Hetta gevur honum við føstum viðbótum kr. 42.348,34 um mánaðan umframt eina viðbót upp á kr. 3.984,75 fyri at vera aðalstjóri.
Samanlagt fer nýggi aðalstjórin at fáa kr. 46.333,09 í fastari løn frá landskassanum hvønn mánaða. Ella 555.997,08 krónur um árið.