List
Fleiri fólk aftra seg við at lýsa málningar sínar til sølu, sjálvt um tey hava hug at selja.
Tær royndirnar hevur Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen Byggibúð.
Mánadagin og týsdagin hevði hann eina kunngerð í útvarpinum og sóknaðist eftir málningum eftir William Heinesen og Ingálv av Reyni til keyps.
- Heilt nógv fólk ringdu og søgdu seg hava málningar, ið tey fegin vildu selja. Tí var eg ikki sørt bilsin av, sigur Høgni Lützen.
Enn eru tað bara málningar eftir Ingálv av Reyni, hann hevur fingið bjóðað, og tað er ikki so løgið, tí fáir málningar eru eftir William Heinesen.
Høgni Lützen sigur, at fólk hava ringt úr øllum landinum, og í fleiri førum vóru tað eldri fólk, sum hildu seg tað sama kunna selja, tá ið nú onkur spurdi.
Valdemar Lützen Byggibúð fer ikki á nakran hátt at kunngera, hvørjum tey hava keypt málningar frá. Handilin fer fram í trúnaði.
Tekur tíð
Áðrenn nakar málningur verður keyptur, vil Høgni Lützen hava fotomynd og upplýst stødd, og so verður farið at tingast um kostnaðin. Tað verður neyvan avgjørt fyri jól.
Tað er ikki nakar vanligur máti at fara í útvarpið at lýsa eftir list til keyps.
- Vónandi traðki eg ikki tey, sum hava gallarí, á tærnar, tá ið eg sigi, at vit valdu henda mátan fyri at sleppa undan at gjalda vinningin, sum gallaríini krevja, sigur Høgni Lützen.
Hann ætlar ikki at selja nakran málning víðari. Málningarnar eru ætlaðir at prýða skrivstovuna hjá byggibúðini við.
Eru tað onnur, sum hug at selja málningar eftr Ingálv av Reyni ella William Heinesen, kunnu tey ringja 213536 ella skriva til vld@vld.fo