Klaksvík: Eins og undanfarin val, skipaði Klaksvíkar Húsmøðrafelag týskvøldið fyri politiskum valfundi, har bert kvinnuligu valevnini til kommunuvalið myndaðu pallborðið. Og hóast kvinnurnar ikki vóru møttar so fjølment, sum tær plaga, høvdu tær, sum møttu, nógvar og rættiliga ítøkiligar spurningar uppá hjarta.
Hørð og bleyt virði
Eyðgunn Samuelsen legið út við at staðfesta, at komandi býráðval mundi vera eitt tað týdningarmesta í Norðoyggjum nakrantíð og sipaði sjálvsagt til fasta sambandið um Leiríksfjørð og tær broytingar, hetta fer at hava við sær. Tær flestu av hinum valevnunum gjørdu sær eisini tankar um hesar broytingar í sínum framløgum, og tað var ikki sørt forkunnugt at hoyra fiskiflotan, vinnulív og framtíðar útflutningmøguleikar ganga sum ein reyðan tráð gjøgnum flestu av framløgunum á einum kvinnuvalfundi. Sjónarmiðini vóru eisini øðrvísi enn tey vanligu og mintu áhoyrarnar á, at uttan mun til, hvussu vit snara teimum ?hørðu? málunum, so hava tey altíð í síðsta enda avleiðingar fyri tey bleytu virðini og trivnaðin hjá tí einstaka borgarnum.
Frá gransking til barnaansing
Gunnvá við Keldu tóktist vera tann av teimum 9 valevnunum sum tóku lut á fundinum, sum hevði gjørt sær flest tankar um, hvusssu Klasvíkin kemur at síggja út um eini 5-10 ár. Hon legði størsta dentin á týdningin av gansking, vitan og KT sum drívmegin í einum vælvirkandi vinnulívi, sum aftur er treytin fyri, at vit kunnu skapa eitt nóg fjøltáttaðað samfelag, til at øll kunnu trívast í tí.
Í sínum framløgum varpaðu Maria Olsen og Maiken Skarðenni serliga ljós á umhvørvisspurningar við at vísa á, hvussu umráðandi tað er, at vit leggja okkum eftir at ávirka børnini soleiðis, at fyrivarni fyri umhvørvinum verður ein náturligur partur av okkara livihátti og gerandisdegi framyvir. Katrin Biskupstø valdi at seta kikarin á tær ofta út av lagi vánaligu umstøðurnar hjá teimum sálarliga veiku í Norðoyggjum og hevði sett sær fyri at arbeiða á ein hátt, so at økispsykiatriin aftur kemur at virka. Av tí, sum annars kom fram, kann nevnast stóri spurningurin um karmarnar hjá fólkaskúlanum í Klaksvík, týdningin av at varveita ungdómin í býnum eftir at tunnilin er vorðin veruleiki og at tryggja, at arbeiðið við at skaffa ansingartrygd til børnini heldur áfram.
Veruleikin
Kjakið aftaná framløgurnar var í stóran mun merkt av spurninginum um handilsmiðdepilin í miðbýnum. Á fundinum kom fram, at í løtuni standa ongir íleggjarar klárir at byrja hetta arbeiðið, av tí at tað er so trupult at fáa neyðuga figging til ætlanina. Nær nakað víðari fer at henda í hesum málinum, er sostatt framvegis rættiliga ógreitt, tí hóast Klaksvíkar Kommuna stuðlar ætlanini, verður tað ikki kommunan, sum fer at gera hana til veruleika.
Hóast valfundurin týskvøldi kundi tykjast í so varisligur í løtum, var hann samanumtikið rættiliga áhugaverdur ? ikki minst á tann hátt, sitandi býráðslimirnir Eyðgunn Samuelsen og Jórun Høgnesen megnaðu at relatera kjakið til treytirnar, ein politikari til ein og hvørja tíð arbeiðir undir. So í staðin fyri háfloygdar røður og tóm vallyftir fóru flestu av áhoyrarnum hetta kvøldið uttan iva heim við einum betri innliti í, hvat tað vil siga, at arbeiða sum býráðspolitikari ? eisini tá valið er av og truplar avgerðir og raðfestingar mynda arbeiðsgongdina.
Valevnini, sum luttóku á valfundinum í Klaksvík týskvøldið, vóru Gunnvá við Keldu, Bjørg Sørensen og Elsebeth Hansen fyri Fólkaflokkin, Eyðgunn Samuelsen og Signhild Joensen fyri Javnaðarflokkin, Katrin Biskupstø og Jórun Høgnesen fyri Tjóðveldisflokkin, Maria Olsen fyri Sambandsflokkin og Maiken Skarðenni fyri Sjálvstýrisflokkin