Lærubókin var frammi í Runavík

NSÍ og KÍ skoraðu mál eftir bókini, men misnýttu síðani aðrar góðar kjansir. Dysturin millum liðini var javnur, og hvørki av liðunum kláraði í seinna hálvleiki at gera sigursmálið, sum bæði vildu hava



Bæði liðini høvdu møguleikar til at avgera dystin, og bæði liðini kundu enda sum taparar. Tað var tó á góðari leið, at NSÍ og KÍ samdust um javnleik eftir 90 minuttir í Runavík sunnudagin.
Fyrri hálvleikur av dystinum var sera lívligur. Liðini komu á vøllin fyri at leypa á, og tað sást serliga í fyrra hálvleiki, tá bæði liðini fóru fram á vøllin við nógvum spælarum.
NSÍ hevði tríggjar spælarar í álopinum, og aðrir spælarar søktu eisini fram við. KÍ stillaði við tveimum álopsspælarum, men bæði kantspælarar og miðvallarspælarar høvu góðan hug at leypa á.
Framsøkna spælið hjá báðum liðum hevði við sær, at verjuparturin var tunnur til tíðir. Serliga sárbar vóru liðini, tá ið tey mistu bóltin á á veg fram ella frammi á vøllin. Gjørdi hitt liðið skjótt av, kundi tað spæla seg til kjansir í kontraspælinum.
Spælararnir vóru skjótir at umstilla seg frá verju til álop, men teir vóru ikki eins kvikir, tá tað ráddi um at leita aftur í verjustøðu. Hetta var galdandi fyri bæði liðini í fyrra hálvleiki, og tað hevði við sær fleiri góðar málkjansir.
 
Framúr mál
Málini, ið NSÍ og KÍ skutu, vóru framúr væl spæld. Við hvørt verður tikið til, at málið var sum tikið úr bókini, og tað kann saktans sigast um málini í Runavík sunnudagin.
Bæði NSÍ og KÍ skoraðu, tá ið tey gjørdu skjótt av fram eftir vøllinum og brúktu lærubókina við skiftum og yvirlappum.
NSÍ legði seg á odda við máli, sum Óli Hansen skoraði. NSÍ sendi bóltin fram í vinstru síðu, har Christian Høgni Jacobsen byrjaði dystin, hann skifti tvørtur um vøllin til Andy Olsen, sum fór fram við einum KÍ-verjuspælara og legði bóltin inn fyri málið. Har tveitti Óli Hansen seg í bóltin fremru stong og stýrdu honum í meskarnar.
Tá KÍ svaraði aftur, var tað við eins væl spældum máli. KÍ leyp á í høgru, Harley Bertholdsen gjørdi eitt yvirlapp, fekk bóltin frá Hjalgrím Elttør, og tá Harley sendi bóltin inn fyri, var tað einfalt hjá Paul Clapson at seta høvdið á og stýra bóltin í kassan.
 
Fleiri kjansir báðar vegir
NSÍ og KÍ skoraðu eitt mál í part, men tey kundu saktans havt fingið okkurt málið afturat. Serliga í fyrra hálvleiki vóru royndirnar naskar. Christian Lundberg mundi lagt KÍ á odda beinanvegin, tá hann gjørdist leysur í vinstu, men NSÍ-verjuspælari bjargaði á strikuni. KÍ hevði eisini onnur góð tilboð, ið kundu havt givið mál.
NSÍ spældi seg eisini fram til fleiri kjansir. Sonni L. Petersen og Andy Olsen vóru báðir nær við, og Óli Hansen var allatíðina ein hóttan í luftspælinum nær málið.
Í seinna hálvleiki royndu liðini framvegis at leypa á, men nú var verjuspælið hjá báðum liðum betur skipað, og tí vóru kjansirnir ikki eins nógvir. Vandamiklar støður vóru í báðum brotsteigum, og royndirnar á málið vóru fleiri.
Í yvirtíðini kom NSÍ so nær, sum tað kundi. Eitt hornaspark endaði við, at Viggo Johannesen fekk skot á, bólturin rakti onkran spælara á veg ímóti málinum og brast í stólpan.
Samanumtikið var talan um ein javnan dyst millum tvey lið, ið vildu vinna. At tey so fingu eitt stig í part, var paradoksalt eitt rættvíst úrslit.



NSÍ 4 bóltar
KÍ 4 bóltar