Lærubók í føroyskum til útlendingar

Nú koma út tvær bøkur fyri útlendingar, sum duga enskt og vilja læra føroyskt.

Tað eru tveir doktarar í málfrøði, sum hava skrivað tær. Onnur er ein mállæra við 300 síðum. Hin er ein 400-síðu tekstbók, har næmingurin fet fyri fet verður leiddur inn í tað nútíðar føroyska samfelagið. Allar frágreiðingarnar eru á enskum, men har eru samrøður í hópatali á føroyskum. Hesar samrøður eru eru tiknar upp og lagdar á eina fløgu, sum er í bókini, so tað ber til hjá næmingunum at hoyra gott føroyskt, og á tann hátt at kunna seg við mál okkara bæði í skrift og talu.

Teir, sum hava gjørt bøkurnar, eru Hjalmar P. Petersen úr Sandavági, sum er doktari í málfrøði frá universitetinum í Hamborg, og Jonathan Adams, sum er úr Onglandi og har somuleiðis gjørdist doktari í málfrøði. Teir hava leingi arbeitt við hesum bókum, og hava brúkt bráðfeingishandrit í tí skipaðu frálæru, sum á sumri í nøkur ár hevur verið fyri útlendingar á Fróðskaparsetrinum. Hetta tiltak hevur vakt miklan ans, og tí verða bøkurnar nú givnar út.

Forlagið Stiðin hevur framløgu av bókaverkinum í H. N. Jacobsens Bókahandli í dag kl 16