Fyri fyrstu ferð ber tað nú til at taka fyrsta part av útbúgvingini sum misnýtsluviðgeri her í Føroyum. Í farnu viku vóru teir 12 næmingarnir í ferð við triðju eind av útbúgvingini. Hesir dagarnir vóru serliga intensir, við tað at næmingarnir átóku sær leiklutin sum misnýtarar við øllum tí, sum tað inniber.
Seta seg orð á pínuna
Ein av luttakarnum á skeiðnum er Fríbjørg Jacobsen, sum seinastu fýra árini hevur starvast sum sjúkrahjálpari á Blákrossheiminum. Hóast drúgvur royndirnar hevur Fríbjørg ofta saknað onkur amboð, so hon betri er før fyri at finna heilt inn til, hvat tað er, sum nívir misnýtaran.
Fyri at kunna hjálpa einum misnýtara, mást tú eisini duga at skilja, hví hann hevur so ilt við at tosa um tað, sum veruliga pínir hann. Besti mátin at gera tað er at grópa innan í tær sjálvum fyri á tann at vita, hvussu tað kennist, tá tínar svárastu kenslur skulu upp til yvirflátuna, so tað ber til at tosa um tær. Tað er ikki lætt, men tað er ómetaliga effektivt, sigur Fríbjørg, sum viðgongur, at seinastu dagarnir á skeiðnum hava kenst sera útlúgvandi.
Sunnleif Jacobsen starvast eisini á Blákrossheiminum. Hann er sjálvur fyrrverandi misnýtari og hevur í allar mátar kent neyðina hjá einum misnýtara á egnum kroppi. Hví heldur hann seg so hava tørv á einum skeiði, sum hesum?
Jú, eg kann saktans seta meg inn í støðuna hjá einum misnýtara. Slíkt gloymir tú ikki so lætt. Men tað merkir ikki tað sama, sum at eg saman við misnýtaranum altíð dugi at seta orð á tað, sum bilgist innan í honum og á tann hátt fái hjálpt honum betri. Har havi eg ofta kent meg ov stuttan sum at eg ikki fekk verið har fyri misnýtaran, tá hann hevði mest brúk fyri mær, sigur Sunnleif.
Hóast tað vanliga ikki er nakað, hann er serliga errin av, heldur Sunnleif tað avgjørt hava sínar fyrimunir í einum slíkum starvi at hava eina fortíð sum misnýtari.
Bara tað, at búfólkini á heiminum vita, at eg veit, hvussu misnýtsla veruliga kennist, ger tað ofta lættari fyri tey at loysa upp og byrja at tosa um sínar trupulleikar. Og júst tað, at tosa um pínuna er ofta størsti trupulleikin hjá teimum. Fyri tað fyrsta eru tey ikki ov von við, at nakar tímir at lurta eftir teimum. Hartil er pínan ofta so stór, at fá av okkum høvdu orkað at tosa um hana, um tað snúði seg um okkum sjálvi.
Fakligan tryggleika
Fríbjørg skoytir uppí, at fyri hana er tað eisini umráðandi at vita, at hon fakliga er á rættari leið í samrøðuni við ein misnýtara
Tað eru løtur í samrøðuni við misnýtaran, har eg steðgi á og helst ikki fari longur í dýpdina av ótta fyri at gera okkurt skeivt og kanska meir skaða enn gagn. Tí gevur hendan úbúgvingin mær eisini ein týðandi fakligan tryggleika, sigur Fríbjørg.
Sambært Jesper Grübach, skeiðsleiðara, krevur tað altíð neyvt fakligt innlit í misnýtslu, um tú skalt skalt hjálpa einum misnýtara aftur á føtur.
Sum eg havi sagt fyrr, tað er ikki nokk at hava eitt stórt hjarta í einum slíkum starvi. So leingi ein misnýtari er fangaður í misnýtsluni, sigur og lovar hann hvat sum helst, fyri ikki at verða settur andlit til andlit við pínuna. Um tey, sum royna at hjálpa, lata hann blíva við at tosa uttan um, kunnu tey óviljað verða við til at fasthalda honum í misnýtsluni, sigur Jesper.
Júst hetta við manipulatiónini hevur verið eitt av evnunum á skeiðnum hesuferð. Í bólkum hava luttakarnir skiftst um at átaka sær leiklutin sum misnýtari og viðgeri fyri á tann hátt at avdúka, nær misnýtarin roynir at smoyggja sær uttanum. Hetta vísir seg typiskt við at misnýtarin byrjar at gera ovurhonds nógv burturúr onkrum óviðkomandi, í eini roynd at draga uppmerksemið burtur frá tí, tað veruliga snýr seg um. Í bólkunum brúka luttakarnir soleiðis hvønn annan at læra seg at seta røttu spurningarnar og halda hvørjum øðrum fast, sjalvt um misnýtarin stríðist við hond og fót at sleppa undan.
Burtur við knaganum
Umframt fólk, sum vanliga starvast við misnýtsluviðgerð, eru eisini onnur við á skeiðnum, sum ikki beinleiðis eru partur av viðgerðarskipanini. Róa Midjord starvast dagliga í stuðulskipanini fyri sálarsjúk, har alsamt fleiri hava eina sokallaða dupulta diagnosu, tvs bæði eru sálarsjúk og misnýtarar.
Sjálvt um mín uppgáva ikki er at virka sum viðgeri, kann eg ikki loyva mær at lata eyguni aftur fyri pínuni, ein sálarsjúkur roynir at doyva við rúsinum. Har kann eg so vónandi verða millumliðið, sum syrgir fyri, at hann fær røttu hjálpina fyri misnýtsluna. Men tað kann eg bara, um eg sjálv fái rúmað hansara misnýtslu, sigur Róa.
Umframt Róu eru eisini fleiri avvarðandi hjá misnýtarum við á skeiðnum. Tey fægstu geva sær far um, at tey avvarðandi oftast hava tað líka ringt sum misnýtarin.
Kanska verri, tí vit hava jú ikki rúsin at doyva okkum við, sum ein av teimum tekur til. Hon leggur bersøgin afturat, at í eini familju, har ein er misnýtari, verður samveran oftast so sjúklig, at tey avvarðandi missa evnini at døma um, hvat er rætt ella skeivt at gera í støðuni.
Higartil havi eg verið knagin, allar umberingar og rættvísgeringar fyri at rúsa seg vórðu hongdar á. Skal eg verða til nakra hjálp og sjálv yvirliva, má eg sleppa úr tí leiklutinum og tað er millum annað tað, er læri her, sigur ein av teimum avvarðandi.
Hesi, sum nú taka hesa grundútbúgvingina, verða liðug í apríl mánað. Men gongst, sum ætlað, verður seinni møguleiki at taka alla trý ára útbúgvingina í Misnýtsluviðgerð og psykoterapi í Føroyum.