Lærlingar skulu eisini læra at smíða bát

Fyri at kunna blíva timburmaður, skalt tú hereftir duga at smíða ein føroyskan bát. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, sum í løtuni hevur sæti á tingi fyri Tjóðveldi.

Hann hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at biðja á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at umskipa lærutíðina til timburmann soleiðis, at føroyskt bátasmíð verður ein partur av læruni.

Hann vísir á hvussu stóran týdning føroyski báturin hevur havt í øldir og, hvussu sermerktur og sjógóður hann er.

Men nú eru glastrevjabátarnir farnir at troka seg fram.

- Tað er okkara skylda, er at tryggja, at mentanararvur okkara, føroyski báturin og føroyskt bátasmíð, ikki fer fyri bakka, sigur Páll á Reynatúgvu.

Tí heldur hann, at føroyskt bátasmíð skal vera ein partur av læruni til timburmann.

- Á tann hátt verður skipað krav og møguleiki at varðveita vitanina um føroyskt bátasmíð og føroyska bátin, sigur Páll á Reynatúgvu.