Lærið land og fólk at kenna á Savnsfagnaði

Áttanda árið á rað skipa Náttúrugripasavnið og Jarðfeingi fyri serstakum tiltaki í sambandi við heystfrítíðina. Undanfarnu árini hevur Náttúrugripasavnið latið hurðarnar upp í oktober. Nú verður hetta tiltakið víðkað til øll søvnini í høvuðsstaðnum. Hetta verður gjørt, tí tiltakið undanfarin ári hevur fingið so góða móttøku. Nú hava fyriskipararnir so tikið stig til at fáa øll søvnini um at vera við í hesum tiltakinum. Søvnini eru umframt Náttúrugripasavnið, Sjósavnið, Fornminnissavnið og Listasavn Føroya.

Rachel Helmsdal er ein av fyriskiparunum, og hon fegnast um, at øll søvnini hava tikið so væl ímóti uppskotinum at fáa tey øll at vera partur av einum samlaðum savnspakka, ?Savnsfagnaður?.

-Tað byrjaði sum eitt lítið projekt, har vit ikki vistu, hvat fór at koma burtur úr. Tað vísti seg skjótt at vera ein stór succes. Eitt árið vóru meira enn 2000 vitjandi teir fimm dagarnar tað var opið.

-Savnið er opið alt árið, hví gera nakað serligt burtur úr hesa ársins tíð?

-Flest fólk halda, at savnið mest er fyri ferðafólk. Tað hevur so bara opið hvønn dag í summarfrítíðini frá 15. juni til 15. september. Síðani er bara opið sunnudag. Vit hava havt sera fá vitjandi um veturin, og tað er tað vit vilja gera nakað við. Savnið er sætt at siga minst líka stuttligt ella enn meira stuttligt fyri føroyingar sjálvar enn fyri útlendingar, tí vit kunnu kenna okkum og okkara umhvørvi aftur í tí vit síggja.

Vit vildu við hesum siga við foreldur ? takið børn tykkara við á savnið og fáið eina góða og stuttliga uppliving og lærið samtíðis nakað um tykkum sjálvi og tað umhvørvi vit liva í. Nettupp í heystfrítíðini vita børn ikki altíð, hvat tey skulu gera, so okkara boðskapur var at fáa tey á savnið.

Og hetta hevur verið væleydnað sigur Rachel Helmsdal. Nógv børn brúka upp til fleiri tímar á savninum. Og tá foreldur siga, at tey fáa ikki børnini avstað aftur, so kann tað bara vera eitt gott tekin.

-Ein skuldi hildið, at hetta at vitja søvnini var nakað sum var oblikatoriskt, tí tá kemur man betur at kenna sítt land og sína søgu.

-Soleiðis uppfata fólk ikki søvini. Tey halda helst, at hetta er nakað, sum man kanska skal uppliva eina ferð í lívinum og so er restin til ferðafólk. Men her henda nýggj ting.

Tilfarið er vorðið meira og meira populert, og fyrrárið kom Sjósavnið við og í fjør kom so Listasavnið við. Í ár kemur so túrurin til Fornminnissavnið. Aftrat tí var tað víðkað við eini eyka skúlaviku eftir heystfagnaðin, har skúlaflokkar kundu bíleggja sær tíð til eina serstaka rundvísan. Og tað halda vit fram við í ár.

Savnsfagnaðurin byrjar longu komandi mánadag, tá fyrilestrar verða hildnir. Søvnini lata annars dyrnar upp 12. oktober.

Heitið og høvuðstema yvir savnsfagnaðin hesaferð verður Orka, t.d. orka í djórum, orka í havinum, orka í listini osfr. sigur Rachel Helmsdag m.a. við Sosialin fríggjadagin.