Lærið at flenna

? Látur og bjartskygni verður alsamt tikið meiri við sum ein náttúrligur partur av viðgerum á sjúkrahúsum. Tí tað er prógvað, hvussu týdningarmikið eitt lætt sinni er fyri heilsuna og lívsgóðskuna. Tað sigur Elsa Zachariasen sum 17.-19. mei fer at halda ymiskar fyrilestrar á Tilhaldinum í Havn

? Tað ber væl til at venja seg við at hugsa positivt. Eisini hóast fólk eru farin um pensjónsaldur. Vanliga fatanin av teimum eldru er, at tey kunnu ikki læra nakað nýtt, og tey hava ilt við at broyta hugsunarhátt. Men tað eru bert fordómar. Fólk kunnu jú læra alt lívið, og tað er heilt víst at tað eisini ber til at broyta hugsunarhátt alt lívið, sigur Elsa Zachariasen.
Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir sum fyrilestrahaldari fyri eldri fólki. Harumframt er Elsa Zachariasen eisini útbúgvin láturinstruktørur.

Hvør er ætlanin
-? Ætlanin við skeiðnum er fyrst og fremst at vísa fólki á alt tað positiva í lívinum. Vit vóna eisini at fáa eitt gott kjak í lag, har fólk koma við sínum hugsanum um lívsgóðsku og ?gleði. Og so ætla vit at fáa fólk at flenna, greiðir Elsa Zachariasen frá.
Spurd hvat hennara boð uppá lívsgóðsku er, svarar hon, at tað er ógvuliga ymiskt frá fólki til fólk. Men fyri hana er tað fyrst og fremst er at hvíla í sær sjálvum.
? Nógv eldri fólk eru tó ikki serliga glað fyri seg sjálvi. Tey eru sera sjálvkritisk, og minnast ofta á nógvar skeivar avgerðir, sum plága tey. Av tí, at tey eru so kritisk mótvegis sær sjálvum, so eru tey eisini meiri kritiskt mótvegis øðrum, vísir Elsa á.
? Og við einum kritiskum útgangsstøði, kunnu tey ikki vænta sær at fáa positivar reaktiónir frá medmenniskjunum. Hetta er sum ein ónd ringrás, ið er torfør at sleppa úr.
Hon sigur, at nógv tey flestu kunnu og duga so øgiliga nógv ting, sum tey ikki vita av, og sum tey sjálvi ikki rokna fyri at vera nakað.
? Fyri at kunna hvíla í sær sjálvum, hevur tað týdning at góðtaka sínar veiku síður, men so sanniliga eisini at varnast og virðismeta sínar góðu síður. Tað hevur týdning at kunna fyrigeva øðrum, so væl sum sær sjálvum. Tað ger tað lættari at kunna góðtaka onnur, og tá tú kanst góðtaka ymiskleikan hjá hinum, gerst tilveran nógv ríkari og grundarlagið gerst breiðari, sigur Elsa.
Alt tað, sum kann tykjast tungt og svárt, kemur ofta í stóran mun innanífrá. Tí er tað eisini fyrsta staðið at byrja, tá lívsgleðin skal vaksa og lívsgóðskan skal bøtast.

Smáu tingini gera mun
Men er tað gjørligt at læra alt hetta eftir bert trimum døgum?
Elsa Zachariassen er sannførd um, at tað er.
? Fyrst og fremst kann hetta seta nakrar tankar í gongd. Hetta kann vísa á nakrar nýggjar innfallsvinklar, sum tey eldru kanska ikki fyrr hava givið sær far um. Sjálvandi verður alt ikki ljósareytt eftir eitt tílíkt skeið, men tey kunnu kanska fáa nøkur amboð at arbeiða víðari við, sigur Elsa.
Hon sigur, at tað ræður um at seta sær smá mál í gerandisdegnum.
? Tað eru altíð nokk av umberingum fyri hví ymsikt ikki verður gjørt. Men um man tekur tað í smáum bitum, verður tað ikki ógjørligt.
Elsa Zachariasen nevnir, at málið ein dag kann vera at ringja til onkran, sum man ikki hevur prátað við leingi. Ella at smílast til fólk á vegnum. Møguleikarnir eru óendaligir. Tað krevur bert ein lítlan innsats, men tað gevur ómetaliga nógv aftur. Í longdini fara nógv tílík smá ting eisini at merkjast á lívsgóðskuni, staðfestir Elsa Zachariasen at enda.