Lærið argar

Jákup á Borg var ikki við til mikudagsvenjingina, men sjálvur roknaði hann tó við, at hann fekk spælt leygardagin

Fótbóltstos
Jákup Mørk / Álvur Haraldsen

KAUNAS: Einasti maðurin, sum ikki vandi, tá landsliðið longu mikukvøldið hevði fyrstu venjingarnar, var Jákup á Borg, sum annars hevur tikið mest sum ognarrætt upp á høgra mið-vallarplássið á føroyska landsliðnum.
Hesa ferð er tað lærkrikin, sum argar, og eisini hevur gjørt tað eina tíð. Skaðin kom, tá B36 spældi móti EB/Streymi í trið seinasta umfarinum, og síðani hetta hevur Jákup bert spælt tey trý korterini, sum hann var á vøllinum, tá B36 í seinasta umfarinum vann 6-0 á VB. Millum annað viði tveimum málum frá Jákup á Borg.

Tekur kjansin
Stendur tað til Jákup sjálvan, so er tó lítil ivi um, at hann hóast alt fer at teljast millum leikararnar, tá landsliðið leygardagin marsjerar inn á vøllin.
? Tað rokni eg næstan við. Sjálvandi ger skaðin fortreð, men eg tosaði við Henrik alt fyri eitt, sum skaðin kom, og hann hevur alla tíðina hildið, at eg skuldi koma við, Og so er hetta eisini endin á kappingarárinum. Tað merkir so í øllum førum, at um eg satsi, og kanska geri skaðan verri við at spæla, so havi eg hóast alt næstan hálvt ár at koma fyri meg í, og ikki bara eina viku, sum talan hevði verið um, um vit nú vóru miðskeiðis í kappingarárinum, sigur Jákup á Borg á enda.