Lærdi háskúlin í Keypmannahavn 10.000 umsóknir

Næstan 10.000 hava søkt um at sleppa inn á lærda háskúlan í Keypmannahavn, og fjórði hvør ætlar at lesa læknavísindi. 9.818 umsóknir hevur lærdi háskúlin í Keypmannahavn fingið, og tað er sjey prosent meiri enn í fjør, sigur danska útvarpið.

Jakob Lange, lestrarstjóri, sigur, at tað eru helst stórir ungdómsárgangir, sum eru orsøkin til tað stóra umsøkjaratalið, tá støðan er tann sama á hinum lærdu háskúluunum, sigur hann.

Tann best umtókta einstaka lærugreinin er læknavísindi, og lærdi háskúlin í Keypmannahavn hevur fingið 2.700 umsóknir frá studentum, sum ætla at lesa til lækna.

Sálarfrøði er eisini væl umtókt, tí næstan 1.300 hava søkt har.