Eitt par í USA er skuldsett fyri at hava flogið dronu í teirra grannalagi og gjørt upptøkur inn gjøgnum vindeyguni hjá grannunum.
Tað skrivar The Independent.
Dronan skal eitt nú hava gjørt upptøkur inn gjøgnum vindeygu á kømurum og vesum.
Lúringin varð avdúkað, tá ið ein maður sá dronuna uttanfyri vindeygað á kamarinum hjá sær. Hann fór á dyr og elti dronuna, og tað lukkaðist honum at fanga hana, tá ið hon lendi. Upptøkurnar á dronuni kundu síðani avdúkað, hvat var upptikið, og hvør hevði gjørt upptøkurnar.
Amerikanska løgreglan kannar nú málið nærri.










