Lærdómur gevur fleiri møguleikar

Tey ófaklærdu størvini í samfelagnum minka í tali, og tí má arbeiðsstyrkin í størri mun umskúlast og útbúgvast, sigur stjórin á Arbeiðsloysisskipanini

Fólk við útbúgving hava fleiri møguleikar enn tey ófaklærdu at fáa arbeiði, og samstundis minkar talið á ófaklærdum arbeiðsplássum. Tí eru útbúgving og umskúling ein gongd leið burtur úr arbeiðsloysinum.

Tað staðfestir stjórin á Arbeiðsloysisskipanini, eftir at Búskaparráðið í nýggju frágreiðing sínari kemur við fleiri tilmælum um fleiri útbúgvingarmøguleikar fyri at tálma arbeiðsloysinum og fráflytingini.

- Vit hava so at siga eingi fólk við hægri útbúgving í okkara skipan, og generelt vísur tað seg, at fólk, sum hava onkra útbúgving, hava lættari við at finna arbeiði aftur, eftir at tey eru blivin arbeiðsleys. Tey hava heilt einfalt fleiri møguleikar enn tey ófaklærdu, sigur Ernst Jacobsen, stjóri á ALS.


Góðar royndir

ALS hevur í samstarvi við onnur brúkt nógva orku til at skapa útbúgvingartilboð til tey arbeiðsleysu fyri at økja um teirra møguleikar at fáa arbeiði aftur.

- Vit hava sett umskúling og lívslanga læring í miðdepilin, og vit hava nógvar góðar søgur um, hvussu hesi átøk hava givið arbeiðsleysum nýggjar møguleikar og nýggj arbeiði, sigur Ernst Jacobsen.

- Útbúgving er ein gongd leið burtur úr arbeiðsloysinum, og tað er starvsvenjing eisini. Bæði royndir og gransking vísa, at førleikamenning er avgerandi í stríðnum ímóti arbeiðsloysi, sigur hann.

ALS hevur millum annað gjørt royndir við Skótadeplinum á Selatrað, har arbeiðsleys fingu starvsroyndir og tóku skeið. Tað sama er við Vakstrarhúsinum í Sandavági. Og starvsvenjing og skúla- og skeiðstilboð hava eisini bøtt um støðuna hjá nógvum arbeiðsleysum.

- Vit kundu hugsað okkum at átikið okkum onkrar uppgávur í samfelagnum, sum ongantíð verða gjørdar og sum ikki eru beinleiðis í kapping við arbeiðsmarknaðin annars. Tað kundi givið fólki arbeiðsroyndir, sum høvdu hjálpt teimum víðari, sigur Ernst Jacobsen.

Á middegi í gjár var talið á teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul frá ALS, 1242, men stjórin á ALS vil hava talið longur niður.

- Arbeiðsloysið er minkað í hesum árinum, men tað eru framvegis ov nógv arbeiðsleys. Vit vilja hava talið niður á eini 7-800. Tað hevði eisini skapt javnvág í ALS-skipanina, sigur Ernst Jacobsen.