Føroya Pedagogfelag og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, vóru á fundi týsmorgunin í samband við setanina av einum lærara sum fyribilsleiðarar á frítíðarskúlanum í Trongisvági.
-Vit eru framvegis ikki komin ásamt um nakra semju í málinum, men tað var kanska heldur ikki væntandi, sigur Hans Pauli Strøm
Føroya Pedagogfelag hevur fleiri ferðir hartað landsstýrismannin fyri sín leiklut í málinum um leiðaran á frítíðarskúlanum, og á fundinum við landsstýrismannin týsmorgunin bar fakfelagið enn einaferð sín ónøgd fram.
Pedagogfelagið er bæði ónøgt við mannagongdina í málinum, og avgerðina hjá landsstýrismanninum um, at seta ein lærara sum fyribilsleiðara á frítíðarskúlanum, hóast tað greitt stendur í dagstovnalógin, at ein námsfrøðingur skal standa á odda fyri frítíðarskúlum
?Pedagogfelagið greiddi frá sínum sjónarmiðjum, eins og vit greiddu frá okkara, men partarnir eru ikki komnir til nakra semju. Vit hava tikið avgerðina, og nú vendist ikki aftur, sigur Hans Pauli Strøm.
Tað ber sostatt til at staðfesta, at landsstýrismaðurin heldur fast um, at avgerðin hjá Tvøroyar kommunu um at seta læraran heldur enn námsfrøðingin í starv sum fyribilsleiðara av frítíðarskúlanum var hin rætta.
Kjakast um økið
Á fundinum týsmorgunin greiddi Hans Pauli Strøm umboðunum hjá Føroya Pedagogfelag frá, at politiskur vilji er í samgongunum um at endurskoða dagstovnalógina.
?Eg boðaði teimum frá, at vit ynskja at taka alt økið upp til viðgerðar. Ætlanin er, at vit á ráðnum, Pedagogfelagið og kommunurnar skulu hava neyvt samskifti, og taka málið ígjøgnum. Endamálið við endurskoðanini er at fáa fastar og greiðar mannagongdir á økinum, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.
Millum málini, sum skulu viðgerast er grein 5 í dagstovnalógini, sum umfatar børn við serligum tørvi og grein 8, sum er ásetingin um krøvini til leiðarar á frítíðarskúlum.