Lærarin og skuggi hansara

Spurningurin er altíð, hvussu vit fáa ein betri fólkaskúla. Tað, sum tó hevur stóran týdning er, at skuggin av vónini um, at aðrir fakbólkar skulu gera føroyska fólkaskúlan enn betri, ikki endar við, at vit standa eftir við ongum.

Ein lærari er ein lærari
Kjakið um ein betri føroyskan fólkaskúla átti at verið ankrað í spurninginum um, hvussu lærarin best fær verið lærari. Loyvi mær at ivast í um aðrir fakbólkar, námsætlanir, ársætlanir, virksemisætlanir, landsroyndir, PISA royndir ella próvtøkur hevur nakran týdning, um ankrað ikki verður í, hvussu læraraleikluturin skal síggja út.

Heilt einfalt kundi verið byrjað við virðingini fyri læraranum. Tað hevur stóran týdning, at lærarin sleppur at vera lærari, har hann fyrst og fremst gevur frálæru og fær næmingarnir at mennast í einum góðum og kveikjandi umhvørvi.

Hundurin og skuggi hansara
Esop var kendur fyri at siga søgur, sum lýstu ymisk eyðkenni úr gerandisdegnum - eisini kallað fáplar ella dømisøgur. Fór at hugsa um Esop og søguna “Hundurin og skuggi hansara”.

Soleiðis sigur Esop: “Ein hundur, sum gekk eftir einum planka yvir um eina á, bar í kjaftinum eitt stykki av kjøti, sum sólskinið fekk at sýnast nógv størri niðri í vatnunum, enn tað í roynd og veru var. Hansara ágirnd fekk hann at vilja fáa tað, sum hann sá, og hann slepti tí, sum hann bar, fyri at renna eftir hesum skugganum. Á hendan hátt varð hann svikin fyri frekleika sín, og hann fekk til sín egna skaða at kenna, at tað er betur at goyma tað, sum ein hevur, enn at renna eftir tí, sum ein ikki hevur.”

Framtíðar skúlin
Hervið er ikki sagt, at vit bara skulu lata standa til. Vit hava ein góðan fólkaskúla, sum eigur at verða mentur. Við hesum í huga eiga vit at siga greitt, hvør uppgávan hjá læraranum er og seta stórt spurnartekin við lærarauppgávuna í dag. Í mongum førum er uppgávan alt ov kravmikil. Hvør megnar í fullum starvi við 20-25 næmingum í hvørjum flokki, har kravið er, at hann skal taka støði í teimum møguliga 100 næmingum hann hevur tilsamans? Hóast lærarar gera eitt gott arbeiði, so eru lærarar ikki maskinur, sum kunnu innstillast at vera lærari, skrivstovufólk, persónligur mennari, ráðgevi bæði sosialt og sálarliga, í einum umhvørvi, har tað er heilt náttúrligt at næmingar við jøvnum millumbili fara til ymisk tiltøk, tannlækna, heilsufrøðing, út at ferðast, eru burtur av einhvørjari grund ella tí tey eru sjúk - bara fyri at nevna nakað.

Hetta eigur at verða tikið í størsta álvara, at lærarar ikki eru noyddir at taka á seg uppgávur, sum eiga heima aðrastaðni enn í lærarastarvinum. Ein loysn eigur t.d. at verða funnin á, hvar ymisku uppgávurnar, sum ikki eru fakligar, kunnu loysast. Tí er rætt at spyrja, hvussu aðrir fakbólkar við síni serfrøði kunnu gera uppgávuna hjá læraranum liviligari. Fakbólkarnir eiga ikki at nerta lærarauppgávuna, men heldur gera tað møguligt fyri læraran at vera lærari.
.
Skuggin teskar
Røddir hava verið frammi um, at aðrir fakbólkar skulu lyfta støði í fólkaskúlanum. Onkuntíð kann tað tykist sum um, at lærarar hava ein skugga sum teskar, at onnur duga betri enn lærarin sjálvur. Um hetta er satt, og enntá møguliga grundgevingin fyri ynski um at fáa aðrar fakbólkar inn í skúlan, so er ongantíð ov skjótt at kalla ein spaka fyri ein spaka. Vit eiga at seta orð á, hvør læraraleikluturin skal vera? Tí lærarin megnar ikki alt, og hevur heldur ikki hug til tað.

Vert er at hava í huga, at skuggin kann vera svikafullur og misvísandi. Latið okkum standa saman um eitt gott og vakstrarríkt lærara- og næmingaumhvørvi, sum fær svikafulla skuggan at hvørva.

Ynski um at fáa aðrar fakbólkar inn í skúlan er viðkomandi, tó bert so leingi tað er fyri at gera læraraumhvørvið betri. Vandin kann vera, at skuggin av vónini um, at aðrir fakbólkar skulu gera føroyska fólkaskúlan fakliga enn betri, kann gera hann veikari.