Lærari við sama skúla í 41 ár

Fríggjadagin hevði Arbjørn Vang sín seinasta starvsdag við Tofta skúla, har hann hevur verið lærari í samfull 41 ár.

Fyri einum ári síðani - 31. mai í 2012 - varð almenn móttøka í skúlanum í sambandi við, at Asbjørn hevði verið í starvi í fjøruti ár, og mánadagin 24. juni - á jóansøku - var hugnaløta í skúlanum í sambandi við, at Asbjørn nú fer úr starvi.

Marita Dalsgaard, skúlastjóri við Tofta skúla og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, søgdu nøkur orð í skúlanum við hugnaløtuna, og fleiri felagssangir vórðu á skránni.

Skúlastjórin takkaði Asbirni fyri trúgva og holla tænastu, og borgarstjórin takkaði fyri, at Asbjørn hevur verið so góður við skúlan, eitt nú við at fara so væl um amboðini. Merkisvert er tað, at Asbjørn hevur tilevnað nógvar lutir, sum skúlin hevur havt gleði av, og sum framvegis eru til nyttu.

Borgarstjórin minti Asbjørn á, at teir báðir fóru í skúla á Toftum í senn. Tá Asbjørn varð lærari á Toftum í 1972, var Jóhannus Danielsen ein av næmingunum, sum fóru í 1. flokk.

Asbjørn er føddur 16. februar í 1946, og hann er sostatt 67 ára gamal. Hann er ættaður úr Hvalba, men hann hevur røtur á Nesi. Pápin, Jógvan Vang, var hvalbingur. Mamman, Anna, var ættað av Nesi.

Asbjørn gekk í realskúla á Glyvrum 1964-1967. Síðani fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1972. Tá fór hann í starv á Toftum, og tað kann ikki sigast annað, enn at hann hevur verið trúfastur.

- Her hevur hann verið síðani 1972, burtursæð frá árinum, tá hann var á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum, og starvsfelagarnir hava á orði, hvussu trúgvur og álitisfullur hann hevur verið.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at Asbjørn hevur góðar gávur at fáast við tónleik.

- Hann hevur ríkað umhvørvið her á leið við sangi og spæli, og hesum heldur hann fram við. Eitt nú í streingjakórinum í missiónshúsinum saman við monnunum, sum hittast í undirhúsinum, og eisini í hornorkestrinum, har hann í mong ár hevur verið eina av blásarunum, skrivar Nes kommuna.