Fyri løtu síðani var Læararafelagið liðugt at telja upp atkvøðuseðlarnar frá frumatkvøðuni um semingsuppskotið millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið. Úrslitið gjørdist, at heili 78 prosent av lærarunum vrakað uppskotið.
Til frumatkvøðuna komu inn 701 atkvøður, og merkir hetta, at 86 prosent av øllum føroysku fólkaskúlalærarunum hava atkvøtt. Av teimum 701 atkvøðunum vóru 21 ógildugar, tað vil siga 3 prosent, 135 søgdu ja, og er hetta 19 prosent. Heili 545 lærarar atkvøddu nei, og telur hetta 78 prosent av øllum atkvøðunum.










