Kári Leivsson
????????????
Mær kunnugt eigur Føroya Læraraskúli at vera oddafiskur í málvernd og hava eina yvirorðnaða yrkisliga ábyrgd fyri móðurmálsfrálæruni í landinum. Vit eiga tí at kunna vænta av hesum stovni, at hann vandar sær serstakliga um sína málnýtslu og stuðlar bæði málfrøðiliga og orðafatanar samleika barnanna.
Ein sera margháttlig lýsing var frá hesum stovni í Sosialinum leygardagin 9. oktober.
Móðurmálslærarar skúlans áttu at tikið hesa lýsing, hennara orðaval og setningsbygging sum skyldunámsevni. Ikki skal eg gjøgnumganga lýsingina - tað kunnu tit sjálvir gera, men bert nevna greflig dømi.
Har er lýst við undirvísing í hvussu "pedagogur fatar og handlar...."
Eisini um "hvørja meining børnini leggja í handlingarnar"
Sig mær - skulu børnini læra at fara til handils ella hvat? Sjálvur veit eg ikki hvørja "meining eg skal leggja í handlingar", so kanska átti eg sjálvur vaksin at farið aftúr í barnagarð.
"Álvaratos - um lærara-skúlin skal halda ráðstevnu um danska uppalingarmentan, við donskum pedagogmáli, hví so ikki heldur skriva danskt, enn at skapa eitt hálvbrotið yrkismál beinleiðis yvirflutt, bæði viðvíkjandi orðavali og setningabygging?"
Og hví ikki nevna skeiðið "uppalingarmentan í Danmark" heldur enn bert at vænta at vit skulu svølgja alt rátt, sum algilda frøði?