Lærararnir til reiðar at herða tiltøkini

?Tey rættindi, sum vit hava vunnið okkum, sleppur eingin at røra, sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag

?Eg frykti fyri, at hetta verður drúgvt.

Føroya Lærarafelag hevur brynjað seg til ein langan arbeiðssteðg.

Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag, sigur, at tá ið semingsroyndirnar slitnaðu týskvøldið, var tað so langt ímillum partarnar, at hon dugdi illa at ímynda sær eina loysn.

Men hon vísir samstundis á, at lærararnir eru til reiðar at fullføra tað, sum teir eru byrjaðir uppá.

? Tey rættindi, vit hava fingið, skal ongin røra aftur, sigur hon.

Høvuðskravið hjá lærarunum er, at teir vilja hava betri stundir til at gera tað eyka arbeiði, sum tann nýggja fólkaskúlalógin áleggur teimum.

? Myndugleikarnir hava smoygt eina nýggja lóg niðuryvir høvdið á okkum.

? Men teir mugu eisini verða greiðir yvir, at tað kostar pening, tí eftir hesi nýggu lógini verða nógv størri krøv sett til lærararnar.

? Og tað mugu teir eisini rinda fyri, tí sum er, eru teir føroysku lærararnir longu við at vera afturútsigldir afturímóti starvsfeløgunum í grannalondunum, sum í flestu førum hava bæði betri løn og styttri arbeiðstíðir enn teir føroysku lærararnir hava.

?Tað einasta, vit krevja, er sostatt, at myndugleikarnir betala fyri ta fólkaskúlalóg, sum teir sjálvir hava sett í verk, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.


Herða tiltøkini

Elsa Birgitta Egholm sigur, at Lærarafelagið fer at brúka tey amboð tað hevur í eini ósemju sum hesari.

Tí hava allir teir sáttmálasettu lærararnir lagt arbeiðið niður.

Men harumframt hevur Lærara eisini boðað frá blokadum.

Sostatt eru lærararnir til reiðar at herða tiltøkini.

? Fyribils hava allir limirnir í lærarafelagnum lagt arbeiðið niður í øllum teimum nevndum, sum teir sita í.

Einasta nevndararbeiði, sum lærarar taka lut í nú, er tað, sum er beinleiðis tænastuskylda hjá teimum.

Men ein av teimum nevndunum, sum limirnir í Lærarafelagnum hava lagt arbeiðið niður í, er nevndin, sum ger uppgávurnar til próvtøkurnar í summar.

Umframt tær eru fleiri nevndir, sum lærarar sita í.

Men harafturat hevur Lærarafelagið eisini blok-erað øll størv, sum eru lýst.

Sostatt kunnu limirnar í lærarafelagnum ikki søkja størv, sum eru lýst.

Fyribils hevur hetta rakt størvini sum lærugreinaráðgevararar, sum eru lýst á Miðstøðini fyri Undirvísingaramboð.

Men verða onnur størv lýst, kunnu lærarar heldur ikki søkja tey.

Formaðurin í lærarafelagnum leggur afturat, at verður tað neyðugt, eru tey eisini til reiðar at herða tiltøkini, men tað verður so hvørt, sum tað kemur, m.a. við fleiri blokadum.


Fáa frið á Argjum

Annars sigur Elsa Birgitta Petersen, at tey fara ikki at blokera inngongdirnar til fíggjarmálastýrið á Argjum, tí tað halda tey ikki er neyðugt.

? Tað, at lærararnir hava lagt arbeiðið niður, hevur elvt til so stóran ruðulleika, at vit lata tað verða við tað, sigur hon.

Hon sigur, at enn dugir ikki at siga, hvat skal til fyri at fáa samband ímillum partarnar aftur.