Jónsvein Poulsen, lærari í rokning hjá 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, heldur, at tað Mentamálaráðið krevur av lærarunum er púra burturvið.
? 10. floksnæmingar skulu lata 30 rokniuppgávur inn um árið, sum eru á stødd við eina próvtøkuuppgávu, sum teir vanliga fáa fýra tímar til at gera. Mentamálaráðið áleggur okkum, at næmingarnir skulu lata so nógvar uppgávur inn, og tilsamans verður talan um eina uppgávu um vikuna, sigur Jónsvein Petersen.
? Foreldrafundur hevur verið her í vikuni, og foreldrini eru eisini ónøgd við hetta.
Jónsvein Poulsen vísir á, at um næmingarnir skulu fáa eitt slíkt roknisett um vikuna, og tað síðani skal rættast og gjøgnumgangast á rættan hátt, so verður ikki nógv annað gjørt í roknitímunum enn hesar uppgávurnar.
? Tá royndir, praktikk og verkætlanir eru tiknar burturúr, so eru ikki meira enn 30 skúlavikur eftir, og tað vil so siga, at næmingarnir fáa eina uppgávu um vikuna. Sum er nú, so fáa teir uppgávur 14. hvønn dag, og nakrir hvørja viku, men tað er verri enn so ikki líka nógv, sigur roknilærarin.
? Hetta er eisini nógv at krevja av næminginum. Lærararin kann væl rætta uppgávurnar, men tað tekur nógva tíð at skula gjøgnumganga alt fyri at vissa seg um, at næmingarnir skilja alt.
Eins og Elsa Birgitta Petersen sigur, so heldur Jónsvein Poulsen, at hetta er eitt misálit á lærarunum.
? Hetta ger bara, at tað verður nógv meira arbeiðið fyris omu løn.
Øtast
Signar á Brúnni, lærari í føroyskum hjá 10. flokki í Fuglafjarðar skúla, er eisini bilsin um hetta skrivið.
? Eg havi ilt við at skilja, hví Mentamálaráðið skal koma við einum slíkum skrivi. Eitt slíkt skriv ger bara, at skúlin verður fluttur nógv aftur í tíðina. Metodufrælsið hjá lærarunum verður nógv avmarkað, tá teir fáa boð um, hvussu nógv teir skulu gera av hesum og hasum, sigur Signar á Brúnni.
Føroyskt lærararin hevur ilt við at góðtaka eitt slíkt skriv, tí tað vísir seg at vera eitt eftirlit av, hvat lærararnir gera dag og dagliga.
? Eg øtaðist tá eg sá tað, og fyri mítt viðkomandi haldi eg tað verða ótrúliga ágangandi. Eg skilji ikki, hví fyrisitingin ikki hevur settt seg í samband við Lærarafelagið áðrenn eitt slíkt skriv verður sent út, fyri at fáa innlit í málið.
? Omaná tað heila er skrivið sent út eftir at ársætlanin hjá skúlunum er løgd og skúlastýrini hava góðtikið hana, sigur Signar á Brúnni, sum leggur afturat, at eitt slíkt skriv, hevði ikki komið út, um hann var landsstýrismaður.










