Tað hevur ofta verið nevnt seinastu árini, at skúlin er vorðin alt meiri gentuvinarligur, at rúm ikki longur er fyri dreingjum í fólkaskúlanum.
- Kanningin av lesivanunum staðfestir, at tað er ikki einki um hetta, at skúlin møtir gentunum betur samanborið við dreingirnar, og at hetta er týðiligari í Føroyum enn í Danmark; dreingir eru eftirbátur ikki bara, tá ið talan er um at lesa, men eisini á øðrum økjum við, til dømis fáa teir minni hjálp til skúlating, teir hava eina verri fatan av skúlanum og lærarum enn gentur, teimum dámar verri at ganga í skúla enn gentur og so framvegis.
Tað er, sambært Skúlablaðnum, ein av niðurstøðunum av stóru kanningin av lesivanunum hjá føroyskum skúlabørnum.
Skúlablaðið skrivar, at kynsmunurin eisini ger seg galdandi, tá ið talan er um skúlating; mamman er tann, sum hjálpir børnum sínum við skúlatingum meiri enn pápin, og gentan er tann, sum fær oftari hjálp til skúlating samanborið við dreingin.
- Eisini tá ið talan er um sjálvsmyndina er kynsmunur; gentur lesa meiri, men tær meta seg duga á leið líka væl at lesa sum aðrir næmingar. Dreingir hinvegin lesa minni og tíma ikki at lesa, gera minni skúlating, men teir meta seg duga betur at lesa enn hini, stendur í Skúlablaðnum.
Lærararnir siga kortini eisini, at teirra hugburður til kynini er ymiskur.
- Hugburðurin til dreingir er negativari, og teir meta, at dreingir duga verri enn gentur. Hetta speglast so aftur í hugburðinum hjá dreingjum, sum siga seg hava verri viðurskifti við læraran enn gentur hava. Við øðrum orðum er sambandið millum læraran og dreingjanæmingin verri enn millum læraran og gentunæmingin; fatanin hjá dreingjum av lærarum, skúlanum og læring verður váttað av svarunum hjá lærarunum, stutt sagt er sambandið millum læraran og dreingjanæmingin verri, skrivar Skúlablaðið.
Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo