Lærararnir fingu eina silvurlagda heilsan

Uppfinnsemi hjá 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt er stórt.

Í dag er síðsti undirvísingardagur hjá 9. flokkunum um landið, og er hetta seinasti møguleikin hjá næmingum at seta sítt merki á skúlan og festa seg í minni á lærarunum.

 

Onkrir gera meiri burtur úr enn aðrir, og næmingarnir á skúlanum við Løgmannabreyt munnu vera millum teirra, sum hava gjørt heilt nógv burtur úr.

 

Tá lærararnir møttu í morgun, var øll lærarastovan pakkað inn í silvurpappír. Sum sæst á myndunum er talan veruliga um alt - leyst og fast. Fruktirnar í fruktskálini vóru pakkaðar einkultvís. Stólar, borð, skáp, vask, kaffikrúss, alt, alt, alt.