Lærarar samráðast framvegis

Enn er ikki stórvegis hent í samráðingunum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið

Føroya Lærarafelag og Lønardeildin undir Fíggjarmálastýrinum samráðast framvegis. Partarnir hava víst til heimasíðuna hjá Lønardeildini, tá spurt hevur verið eftir viðmerkingum til samráðingarnar.

Og henda heimasíða, henda tænasta, sær út til at rigga væl. Har stendur soleiðis at lesa frá seinasta samráðingarfundi:

Kl 10 í dag ( tað er 17. januar, blðm.) hildu samráðingarnar millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið fram um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fer úr gildi 1. mars 2000.

Á fundinum vóru krøvini frá báðum pørtum gjøgnumgingin. Fíggjarmálastýrið gjørdi viðmerkingar til broyttu uppgávurnar sambært nýggju fólkaskúlalógini. Føroya Lærarafelag gjørdi viðmerkingar til arbeiðstíðaravtaluna, sum Fíggjarmálastýrið legði fram 5. januar 2000.

Harumframt legði Fíggjarmálastýrið eisini fram uppskot til nýggja avtalu um arbeiðstíðina hjá

skúlaleiðarum.Samráðingarnar halda fram. Næsti fundur ásettur at verða hósdagin 27. januar 2000, kl. 10.00