Lærarar rýmdir av Handilsskúlanum

Lærararnir á datamatikaraútbúgvingini hjá Føroya Handilsskúla í Havn hava sagt upp, tí teir eru so misnøgdir arbeiðsumstøðurnar og leiðsluna á skúlanum. ? Tað er ógjørligt at samstarva við leiðsluna, sigur Jon Jonsen, sum er annar av lærarunum. Nú standa 11 næmingar uttan lærarar, men leiðslan fer í dag at leggja uppskot fyri næmingarnar um, hvussu restin av undirvísingini skal skipast

Teir báðir lærararnir, sum undirvísa datamatikarum á Føroya Handilsskúla í Havn, eru rýmdir úr starvinum. Orsøkin er, at teir halda seg hava vánaligar arbeiðsumstøður, og teir eru sera misnøgdir við leiðsluna á skúlanum.
? Vit eru komin so langt, at vit ikki kunnu standa inni fyri undirvísingini longur. Undirvísingin er ikki forsvarlig, og tá ið vit ikki klára at samskifta við leiðsluna um teir mongu trupulleikarnar, hava vit sagt upp, sigur Jon Jonsen, sum er annar av lærarunum, sum er farin av skúlanum.
Hann er dani og kom í 1998 til Føroya at standa fyri útbúgvingini av datamatikarum.
? Tað eru so nógv smáting sum gera, at umstøðurnar eru vánaligar, og viðferðin, sum vit hava fingið frá leiðsluni, er undir alt lágmark, sigur Jon Jonsen.

Óforsvarligt
Síðani 1998 eru tríggir flokkar farnir ígjøgnum útbúgvingina sum datamatikarar á Føroya Handilsskúla, og 66 fólk hava fingið prógv.
Nú hevur tann fjórði flokkurin eitt hálvt ár eftir av útbúgvingini, men teir 11 næmingarnir í flokkinum eru nú komnir í trupulleikar orsaka av stríðnum millum leiðsluna og lærararnar.
? Tann nýggja leiðslan á Handilsskúlanum hevur skúgvað alt hjá tí gomlu leiðsluni til viks, og tann vitan, sum varð bygd upp yvir fleiri ár, er burtur. Útbúgvingin eigur at verða rætta móti vinnuni og vera málrættað, men umstøðurnar eru heilt einfalt ikki til at hava eina forsvarliga útbúgving, sigur Jon Jonsen.
Jon Jonsen sigur, at ein høvuðsorsøk til avgerðina at gevast er, at samskiftið millum lærarar og leiðsluna er so vánaligt, og tí ber ikki til at betra útbúgvingina.

Samskifti í lagi
Stjórin á Føroya Handilsskúla í Havn afturvísir pástandin um, at leiðslan ikki hevur havt nóg gott samskifti við lærararnar.
? Vit hava tosa nógv við lærararnar, tey hava fingið allar neyðugar fundir, og vit hava hjálpt teimum við at betra umstøðurnar, so hasum afturvísi eg púrasta, sigur Raidar Nónfjall.
? Eg havi ilt við at skilja, at lærararnir hava tikið eina so ógvusliga avgerð, men eg kann ikki forða teimum í at gera tað. Soleiðis er á einum hvørjum arbeiðsplássi, um tú ikki ert nøgdur, so mást tú gera eitt val. Men hetta er sera óheppið fyri næmingarnar, sigur stjórin.
Hann fer í dag at leggja eina ætlan fyri teir 11 strandaðu næmingarnar í datamatikaraflokkinum, sum ger tað gjørligt hjá teimum at gera seinasta hálva árið av útbúgvingini liðugt.
? Vit hava arbeitt við at betra um umstøðurnar hjá datamatikarunum, og tað gera vit framhaldandi saman við eitt nú Mentamálaráðnum. Vit kundu øll ynskt okkum tað reina paradís rundan um okkum, men soleiðis er lívið ikki, og bæði leiðsla og lærarar eiga at loysa trupulleikar, heldur enn at skapa teir, sigur Raidar Nónfjall.