Lærarar prógv sum bókavørðar

Mikudagin 15. mai fingu 33 lærarar prógv sum bókavørðar í fólkaskúlanum.

Tað er fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum saman við Center for Videregående Uddannelse, CVU, í Keypmannahavn, sum hava skipað fyri hesum skeiði . Skeiðið, sum byrjaði í september í fjør, hevur fyri ein stóran part verið hildið sum fjarlestur. Eisini hava instruktørar frá CVU verið í Føroyum. Skúlabókasavnið og námsfrøðiligi tænastudepilin fær størri og størri týdning í fólkaskúlanum. Fólkaskúlalógin frá 1997 sigur, at skúlabókasavnið skal skipast sum námsfrøðiligur tænastudepil. Harvið setur skúlalógin krøv til fólkaskúlalærarar um at fáa útbúgving sum bókavørðar.

Hesi fingu prógv sum bókavørðar í fólkaskúlanum: Á myndini: Hanna Mikkelsen, Sumbiar skúli/Kommunuskúlin, Jensebeth Absalonsen, Viðareiðis skúli, Poula úr Gørðum, Skopunar skúli, Elin Olsen, Sankta Frans skúli, Súsanna K. Hammer, Norðskála/Oyri skúli, Lís í Jákupsstovu, Tofta skúli, Eyðgerð Abrahamsem, Fuglafjarðar skúli, Maria V. Christiansen, Eysturskúlin, Sjúrður á Kósini, skúlin á Ziskatrø, Hanne Jacobsen, Studentaskúlin í Hoydølum, Henning Tausen, Hoyvíkar skúli, Dagbjartur Debes, Føroya Læraraskúli, Anja Pálsdóttir, Venjingarskúlin, Katrin Reynisdóttir, Velbastaðar skúli, Mariann Steinberg Poulsen, Sørvágs skúli, Marin Joensen, Kollafjarðar skúli, Lydia Didriksen, Eysturskúlin, Gyðja Hjalmarsdóttir, Vestmanna skúli, Bergljót Reinert, Hvalvíkar skúli, Sørvi Andreassen, Vágs skúli, Bergljót av Skarði, Studentaskúlin í Hoyvík, Asta Wolles, Eiðis skúli, Augusta E. Petersen, Vestmanna skúli, Lena Jacobsen, Leirvíkar skúli, Bjørg J. Simonsen, Sernámsdepilin, Fríðbjørg Joensen, Sumbiar skúli, Ólavur Christiansen, Stranda skúli, Harriet Hansen, Argja skúli, Julia Lamhauge, Gøtu skúli, Asbjørn Berthelsen, Runavíkar skúlar, Karl A. Thomsen, Gøtu skúli, Eli Hentze, Sandoyar Meginskúli, Solveig Debess, Tofta skúli, Tove Rasmussen, CVU.