Lærarar oftari burtur enn næmingarnir

Vanliga eru tað næmingarnar, sum fáa ákoyringar fyri at vera ov nógv burtur frá undirvísingini. Nú vísa nýggj tøl úr Danmark, at lærarar í roynd og veru eru oftari burtur frá skúlanum.

Ein uppgerð, sum danskir miðlar boða frá, vísir, at næmingarnir í miðal høvdu nýggju sjúkra- ella skulkidagar í 2010, meðan lærararnir vóru sjúkir í meiri enn 10 dagar.

Hjá Danske Skoleelever verður sagt, at tey ofta hoyra frá næmingum at tímarnir eru avlýstir, tí lærarin ikki er komin.

- Hetta er spill av okkara skúlatíð, sigur forkvinnan í felagsskapinum, Vera Rosenbeck við miðlarnar.

Forkvinnan í Skole og Forældre, Benedikte Ask Skotte er púrasta samd í hesum. Hon er somuleiðis bilsin um, at lærararnir eru so nógv burtur.

- Lærar skulu vera fyrimyndir hjá næmingunum. Tí riggar tað illa, at teir hava størri fráveru enn næmingarnir. Hetta sendir snøgt sagt út eitt skeivt signal.

- Tí eiga tað nú at verða funnar loysnir, so fráveran minkar, sigur hon.

Stóra fráveran elvir til stúran, tí hon vísir til tað harða sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarunum, sigur formaðuri í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christiansen.

- Men so vil eg eisini leggja dent á, at eingin lærari ynskir at vera sjúkur ella heima við hús. Tvørturímóti. Lærarar fáa ringa samvitsku um teir ikki møta til undirvísingina. Tað er mín fatan, at teir fegnir vilja geva næmingunum ta undirvísingina, sum tey hava krav uppá, sigur Anders Bondo Christensen