Lærarar missa pensjónina

Tað vóru ikki mjúk orð, sum Elsa Birgitta Petersen, fyrr­ver­andi forkvinna í Før­oya Lær­­ar­a­fel­ag, gav okk­ara fólk­a­valdu, nú lær­arar hava funn­ið útav, at ríku pen­sjónistarnir skulu gjalda gild­ið fyri pensjónsreformin.

Tæn­astu­menn missa grund­ar­­upp­hædd­ina í fólk­a­pen­sjón­ini á nýggj­árinum, tá nýggja pen­sjóns­skip­an­in kem­ur í gildi. Ein giftur, pen­sjón­er­að­ur lærari - sum er tæn­astu­maður, missir 14,7% av eft­ir­lønini.

Hann skal arbeiða 37 ár fyri at náa fullan eft­ir­løn­ar­aldu­r.