Lærarar mótmæla

Púra úr leysum lofti kemur Mentamálaráðið við ásetingum um próvtøku, sum eru lærarum eins væl og næmingum ókunnug, bara fimm dagar undan, at próvtøkan byrjar.

Og hesum mótmæla lærararnir í føroyskum nú.

Soljóðandi fingu lærarar sendandi í gjár:

»Til færøsk lærerne i 3.s

MMR har i dag meddelt, at det i år IKKE er muligt for eleverne at gå til skriftlig eksamen i FØR-A i grupper!

Til vinnu- og miðnámsskúlarnar

Próvtakararnir skulu í sambandi við próvtøku í FØR-A mánadagin 21. mai 2012 í teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingunum hava:

1. oyratelefonir ella oyrasniglar við til próvtøku, so teir uttan at órógva hinar próvtakararnar kunnu avspæla talgilt próvtøkutilfar

2. innstallerað Windows Media Player ella samsvarandi fyri at kunna avspæla nakað av próvtøkutilfarinum talgilt.

Vinarliga kunnið næmingarnar um hetta.

Vinarliga / Kind regards

Claus Reistrup«.

Lærararnir hava havt fund fyrrapartin, og hava sent út fylgjandi mótmælisskriv:

»Vit lærarar í føroyskum í Hoydølum mótmæla mannagongdini í sambandi við at avtaka bólkapróvtøkuna, og at nýtt tekstaslag verður partur av próvtøkuni, sum hvørki lærarar ella næmingar, vita hvat er. Hetta er als ikki í samsvari við kunngerðina og vanliga undirvísingarpraksis. Í kunngerðunum fyri føroyskt stk. 12.1 í studentaskúlakunngerðini og stk. 10.1 í HF-kunngerðini verður talgilt tilfar als ikki nevnt.

At hetta verður sent okkum lærarum og næmingum til kunningar bara fimm dagar fyri próvtøkudagin er átaluvert og kann ikki verða góðtikið. Lærararnir hava allir havt sínar seinastu undirvísingartímar og kunnu tí ikki fyrireika næmingarnar til hesi broyttu próvtøkukrøvini.

Harafturat er hetta brot á alla rættar- og umsitingarliga siðvenju. Tá ið broytingar av hesum slagi verða gjørdar, eigur borgari (heruppií næmingar og lærarar) at verða kunnaður í so góðari tíð, at møguleiki í allar mátar er at laga seg til innihaldið í broytingunum.

Hetta er beinleiðis oyðileggjandi fyri samskiftið og trúvirðið millum næmingar og lærarar. Mentamálaráðið kann við hesum verða orsøk til beinleiðis álitisbrot millum undirvísingarpartarnar.

Heldur ikki kann tað verða góðtikið, at næmingar verða noktaðir at fara upp til bólkapróvtøku við so stuttum skotbrái. Slíkt eigur at vera kunngjørt ár frammanundan. Her er at leggja afturat, at til várroyndina vóru allir flokkar uttan ein til bólkapróvtøku, og at næmingarnir hava roynt seg í hesum próvtøkuformi í undirvísingini. Øll hesi, sum vóru til bólkaroynd til várroyndina hava valt at fara til bólkapróvtøku.

Lærararnir í føroyskum í Hoydølum«.