Lærarar duga ikki náttúru og tøkni

Náttúra og tøkni, ið skuldi vera lærugreinin, har børn lærdu um alt millum himmal og jørð, og eisini tað uttanfyri, vísti lakasta úrslitið av øllum í Landsroyndini. Fólk innan skúlaverkið siga, at úrslitið var væntandi, tí ongin dugir náttúru og tøkni

Hóast úrslitið kom óvart á Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, og gjørdi hana kedda, var hetta als ikki óvæntað fyri fólk innan skúlaverkið, tí lærararnir duga heldur ikki náttúru og tøkni. Ella tað eru í hvussu so er fáir lærarar í Føroyum, ið eru førir fyri at undirvísa í øllum evnunum innan náttúru og tøkni. Lærugreinin umfatar lærugreinarnar: Alis- og evnafrøði, landalæru og lívfrøði.


Inkompetentir lærarar

Millum fólk í skúlaverkinum kemur tað als ikki óvart á, at børnini ikki duga náttúru og tøkni. Kurt Madsen, ið undirvísir í alis- og evnafrøði á læraraskúlanum greiðir frá, at tað í veruleikanum er mestsum ógjørligt hjá einum lærara at vera kompetentur at undirvísa í náttúru og tøkni.

- Tað er onki linjufak, ið kallast náttúru og tøkni. Mann kann velja sær alis- og evnafrøði, landalæru ella lívfrøði, men tað ber ikki til at velja øll tingini, greiðir Kurt Madsen frá. Hann leggur afturat, at tey onkuntíð hava havt skeið á læraraskúlanum, har tey hava undirvíst í náttúru og tøkni, men at hetta á ongan hátt er nóg mikið. Tí heldur hann, at tað hevði verið upplagt, at havt eitt linjufak, har læraraskúlanæmingar kunnu velja allar tríggjar lærugreinarnar, heldur enn støðuna í dag, har lærararnir eru kompetentir á onkrum økið og sjálvandi prioritera, tað tey duga hægri, enn har tey føla seg ótrygg.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, tekur undir við hesum kritikki.

- Tað eru alt ov fáir lærarar, ið kenna seg førar fyri at undirvísa í náttúru og tøkni. Hetta mugu vit gera okkurt við. Tað skal gerast við endurútbugving og við einari meira málrættaði útbúgving, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur afturat, at hetta er ein trupulleiki, ið læraraskúla má fáa møguleika at gera nakað við, og tað er eisini nakað, hon fer at krevja, at eitt uppskot kemur fram um.


Ongin lesiætlan

Tað vísir seg eisini, at lærarar hava ein trupulleika, tá børnini hava lært tað mest grundleggjandi.

- Tað er torført at finna í havn, um tú ikki veitst, hvat havnin er. Vit hava onga lesiætlan til náttúru og tøkni, so tað er ógjørligt hjá lærarunum at vita, hvat tað er, sum børnini skulu læra, aftaná tey hava lært tað mest grundleggjandi, sigur Óla Jákup Joensen, skúlastjóri í Norðskála-Oyrar skúla. Hann sigur eisini, at sjálvt foreldrini, ið veruliga vilja hjálpa børnunum fáa ein trupulleika, tí lærarin ongan møguleika hevur at greiða frá, hvat er rætt at læra. Hann metir tað eisini vera ein trupulleika, at tey ikki vistu, hvør ætlanin var við landsroyndini fyrr enn tveir mánaðir áðrenn hon var.

Sambært Helenu Dam á Neystabø, er hetta ein trupulleiki, ið verður loystur, tá lesiætlanirnar fyri alt skúlalívið hjá børnunum vera klárar.


Vánaligar hølisumstøður

Ein annar trupulleiki við náttúru og tøkni, er, at tá lærugreinin kom vóru øgiliga fáir skúlar, ið vóru klárir at hava lærugreinina.

- Eg havi hoyrt um skúlar, har tilfarið til náttúru og tøkni var goymt burtur í kassum, tí ongin skúlastova var til lærugreinina, men hetta er so nakað, ið er batnað seinastu árini, greiðir Hallur Ellingsgaard frá.


Skeivt at hava royndir

- Tað er spurningurin, um tað er rætt at hava royndir fyri børnum í náttúru og tøkni, tí tað er líkt til, at ætlanin við lærugreinini er, at børnini sleppa út í náttúruna at nema við ting, at føla og síggja hvussu tingini hanga saman. Síðani kunnu tey frá sjeynda flokki læra teoretiska partin, og tí er tað ikki so løgi at børnini klára seg illa til teoretisku royndina í sætta flokki, sigur Kurt Madsen.

Hesum tekur landsstýriskvinnan ikki undir við, tí hon metir, at teoretiski parturin eisini má fylgja við.


Ov fáir tímar

Tað eru ikki øll, ið Sosialurin hevur tosað við, ið eru samd um, hvussu mann skal gera, fyri at børnini skulu læra meira, men Hallur Ellingsgaard, ið undirvísir í lærugreinini, metir, at tað er alt ov avmarkað, hvat mann fær burturúr teimum trimum tímunum um vikuna í náttúru og tøkni.

Landsstýriskvinnan er á ein hátt samd við honum, men veit ikki hvaðani tímarnir skulu koma, tí tað gongur útyvir onkran annan, um náttúra og tøkni skal hava fleiri tímar.

Kurt Madsen metir, at besta loysnin fyri at fáa sum mest burturúr, er, at arbeiða meira tvørfakligt, við toymum av lærarum, sum soleiðis kunnu røkka øllum kompetansuøkjunum innan eitt ávíst evni.


Vansar í landsroyndini

Helena Dam á Neystabø heldur, at mann ikki skal koma við alt ov nógvum endaligum loysnum út frá einari landsroynd, og mann má heldur taka hetta sum eitt termometur.

- Vit hava kannað temperaturin og so mugu vit leita, um vit finna rætta medisini. Men vit skulu ikki fara í svart av hesum úrslitinum, tí talan er bert um eina støðumynd, og ein einkult støðumynd sigur ikki so øgiliga nógv, hóast nógv kann verða kannað útfrá eini støðumynd, sigur landsstýriskvinnan. Hon greiðir eisini frá, at tey fara at eftirmeta kanningina, fyri síðani at koma nærri, um spurningarnir vóru rætt settir og so framvegis, tá talan var um náttúru og tøkni.