-Ein upptøkusamrøða hevði givið eina betri uppfatan av, hvussu væl læraraskúlanæmingurin dugir at samskifta við børn, hvussu væl hann dugir at halda børnunum til, og hvussu væl hann dugir at eygleiða og at fylgja evnunum hjá tí einstaka barninum upp, sigur Trond Giske við norska kringvarpið.
Málið er at útvega skúlunum betri lærarar. Men ein upptøkusamrøða er ikki nóg mikið, og tí vil ráðharrin eisini hava strangari krøv til teirra, sum skulu undirvísa í norskum og støddfrøði.
Trond Giske hevur staðið á odda fyri einum arbeiðsbólki, sum skal orða ein nýggjan skúlapolitikk fyri Arbeiðaraflokkin, og hann er serliga hugtikin av hugskotinum um eina upptøkusamrøðu.
-Endamálið við henni er, at vit skulu fáa umsøkjarar, sum eru nóg sterkir fakliga, og at vit við samrøðuni skulu velja umsøkjararnar við teimum bestu læraraevnunum burturúr, sigur hann við NRK. Men tað má gerast saman við strangari krøvum til kunnleika og evni innan norskt og støddfrøði, sigur hann.
Skuldi tað hent, at Arbeiðaraflokkurin fer í Stórtingið við einum uppskoti um upptøkusamrøðu og strangari krøv til læraraumsøkjarar innan norskt og støddfrøði, fer tað ikki at standa á at fáa undirtøku har. Tann størsti andstøðuflokkurin, Høgri, sigur, at orðini hjá vinnumálaráðharranum eru søtur sum søtur tónleikur í teirra oyrum.










