Hann spyr, hvussu Mentamálaráðið kann síggja burtur frá tí leikluti, sum telduvørðirnir í fólkaskúlanum hava í tilgongdini. Í greinini sigur hann soleiðis:
– Í Mentamálaráðnum er í seinastuni rættiligt rimpilsi komið í, tí nú skulu allar próvtøkur og royndir talgildast. Hetta er sjálvandi at fegnast um, tí so eru vit líkasum við.
Tað er serliga orðið »rimpilsi«, sum vit hefta okkum við – og hví man læraraformaðurin tosa um rimpilsi í Mentamálaráðnum? Rimpilsi merkir sambært orðabókini hjá Sprotanum:
...sjúkliga sterkur og bráðkomin girndarhugur (hjá konufólki); sbr. brókasótt
Svabo gamli kendi eisini orðið rimpilsi, hann segði soleiðis: »Qvindelyst, en Syge hos Fruentimmer af alt for heftig Lyst og Altraae til Mandfolk«.










