Lærarafelagið noktar limum at fara undir ískoytisútbúgving

Føroya Lærarafelag noktar limum símun at søkja upptøku til ískoytisútbúgving á Læraraskúlanum. Fyrr vil Lærarafelagið hava svar frá Mentamálaráðnum upp á nakrar spurningar.

Hesir spurningar eru, um Mentamálaráðið rindar skeiðsgjaldið fyri teir fólkaskúlalærarar, ið søkja útbúgvingina, um Mentamálaráðið rindar ferðaendurgjald sambært vanligum reglum teir dagar, lærarar skulu møta til undirvísing og um hvussu stóran tímaniðurskurð lærarar fáa í samband við lesnaðin.

Áðrenn svar er fingið upp á hesar spurningar, noktar felagið limum sínum at søkja um upptøku til lesnaðinum, skrivar felagið á heimasíðuni.

Trætan er staðin upp í samband við at ískoytisútbúgving til bachelor fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar nú er boðin út.

Tað var síðst í juni, at kunngerðin um ískoytisútbúgvingina varð lýst.