Lærarafelagið nýggja heimasíðu

Á síðuni ber til at lesa alt viðkomandi um felagið

Eitt av elstu fakfeløgunum í Føroyum hevur nú umstillað seg til nútíðar tøkni. Føroya Lærarafelag hevur fingið nýggja heimasíðu! Á síðuni ber til at lesa alt viðkomandi um felagið, stevnumið, nevnd, virksemi og links - slóðir - til útlendskar samstarvsfelagaðar. Sum frálíður fer eisini at bera til at lesa Skúlablaðið á netinum.

Føroya Lærarafelag varð stovnað 29. juli 1898. Felagið hevur samráðingarrættin fyri allar fólkaskúlalærarar innan skúlaverkið. 840 limir eru í felagnum og teir eru býttir í fýra flokkar, 498 limir er tænastumannasettir lærarar, 205 limir eru sáttmálasettir lærarar, 88 limir eru eftirløntir lærarar, og 49 limir eru serligir limir, tað vil siga lærarar uttan fyri skúlaverkið.

Limirnir velja á øðrum hvørjum aðalfundi eina 5-manna nevnd at stjórna felagnum. Formaðurin arbeiðir fulla tíð. Næsti aðalfundurin í Føroya Lærarafelag verður 10. apríl.

Talið av børnum og ungum í fólkaskúlanum er uml. 7000. Leitistaðið til nýggju heimasíðuna hjá Føroya Lærarafelag er: www.lararafelag.fo