- Semjan er vánalig, men hon er ikki so vánalig, at tað er vert at fara í verkfall.
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at lærararnir fara at góðtaka semingsuppskotið.
Kortini vilja teir hava onkrar broytingar.
Men hann sigur, at talan er bara um smávegis broytingar, so hann væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki.
Men sum støðan er nú, fara lærararnir at góðtaka semingsuppskotið, hóast tað er vánaligt.
- Vit svølgja tað, tí vit halda ikki, at tað er so vánaligt, at vit eiga at fara í verkfall fyri tað, sigur formaðurin.
Hann ivast eisini í um lærararnir høvdu tikið undir við einum verkfalli.
Annars kunnu lærararnir ikki fara í verkfall uttan víðari, tí teir skulu fráboða tað í minst ein mánað frammanundan.
Tað merkir, at skulu lærararnir í verkfall, skal tað fráboðast í morgin og so kunnu teir fara í verkfall 1. mars.
Men formaðurin sigur, at tað er onki í bendir á, at ein slík fráboðan kemur.
Nú skulu lærararnir hava samband við Fíggjarmálaráðið um støðuna