Lærarafelagið framvegis bara fyri lærarar

Heldur ikki á aðalfundinum hesaferð eydnaðist tað nevndini í Føroya Lærarafelag at fáa limirnar at taka undir við, at onnur enn læraralærd kunnu gerast limir í felagnum

Eins og á síðsta aðalfundi royndi nevndin í Føroya Lærarafelag á árliga aðalfundinum leygardagin at fáa limirnar í felagnum at taka undir við einum uppskoti um, at aðrir fakbólkar enn læraralærd skulu kunna gerast limir í felagnum. Føroyski lærarahópurin er eftir øllum at døma ikki er til reiðar at bjóða øðrum upp í felagið, tí undirtøka var ikki fyri uppskotinum á aðalfundinum. Nevndin tók uppskotið aftur, og limafundir verða skipaðir, til tess at endurskoða uppskotið til næsta aðalfund.

Umleið 150 limir møttu til árliga aðalfundin, sigur Magnus Tausen, formaður felagsins á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.