Lærarafelagið fingið samráðingarboð

- Vit fara undir samráðingarnar við góðum treysti, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

Samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag verða nú tiknar upp aftur. Í gjár fekk felagið skriv frá stýrinum, har biðið verður um at áseta dagin, tá ið samráðingarnar byrja aftur.

- Vit eru til reiðar at fara í gongd aftur, nær tað skal vera. Eg skal brúka eitt skotbrá uppá nakrar fáar dagar at savna fólkini, ið skulu vera við, tí tey skulu takast úr undirvísingini, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið fór úr gildi 1. mai. Síðst í juni hittust partarnir um samráðingarborðið, men Lærarafelagið ynskti at fáa samráðingarnar útsettar til eftir summarsteðgin. Ein orsøk til hetta var eitt nú, at greiða skuldi fáast á nøkrum einstøkum viðurskiftum fyrst. Eitt nú skuldu nakrar útsagnir, sum komu frá Fíggjarmálastýrinum undir samráðingunum, kannast nærri. Síðani hevur nevndin í Føroya Lærarafelag havt fund við landsstýrismannin í undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, um hesar spurningar.

- Undir samráðingunum fingu vit at vita frá Fíggjarmálastýrinum, at tey høvdu frætt úr Undirvísingar- og mentamálastýrinum, at fólkaskúlalógin er ein breið vifta av tilboðum, sum kunnu setast í verk, um ráð eru til tess. Umframt fingu vit at vita, at Undirvísingar- og mentamálastýrið kann um tað vil raðfesta leiðslurnar á ymsu skúlunum hægri. Hesar útsagnirnar gjørdu okkum ikki sørt bilsin, tí spurningurin var so, hvat vit so sita og samráðast um. Spurningurin var, um fólk í Undirvísingar- og mentamálastýrinum av sínum eintingum arbeiða við málum, sum vit í Lærarafelagnum stríðast um yvir um borðið við Fíggjarmálastýrið. Sum vit hava skilt hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tilskilað sær rættin til at hava lønarsamráðingarnar um hendi og so skulu hinir landsstýrismenninir halda seg burtur. Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur kortini umboð við, sigur Elsa Birgitta Petersen.


Góðtaka ikki undanførsluna

Á fundinum við landsstýrismannin í undirvísingarmálum fingu nevndarlimirnir í Føroya Lærarafelag fyri ein part tingini uppá pláss. Landsstýrismaðurin kendi einki til útsagnina um, at fólkaskúlalógin er ein breið vifta av tilboðum, sum kunnu setast í verk, um ráð eru til tess. Sostatt var einki hald í hesi útsøgnini. Viðvíkjandi teirri seinnu var tað ikki avsannað, at Undirvísingar- og mentamálastýrið kann raðfesta leiðslurnar á skúlunum hægri.

- Hetta merkir, at leiðslurnar á ymsu skúlunum kunnu fáa meiri tíð til leiðsluuppgávur og møguliga meiri løn. Tað hava vit sjálvsagt einki ímóti, men samstundis verður sagt, at ráðini eru ikki til tað sum støðan er. Vit kunnu ikki halda fram við at góðtaka, at sagt verður alla tíðina, at eingir pengar eru, tá ið ein nýggj lóg er samtykt og komin í gildi, sigur Elsa Birgitta Petersen.


Slætt borð

Samskiftið millum Føroya Lærarafelag og landsstýrismannin í undirvísingarmálum hevur ikki verið so gott farnu tíðina. Nevndin í felagnum varð skift út í vár, og forkvinnan í felagnum metir nú, at samskiftið er batnað nakað.

- Nevndin í Føroya Lærarafelag skal tæna limunum, og tá nyttar einki at kríggjast við landsins myndugleikar. Sjálvandi eru vit sera ósamd um nógv viðurskifti, sambandið okkara millum hevur verið ógvuliga kaldligt, tey eru batnað nakað, men krøvini til myndugleikarnar eru enn sum fyrr tey somu, sigur Elsa Birgitta Petersen.

Í blaðnum í morgin hava vit samrøðu við forkvinnuna í Føroya Lærarafelag um týdningarmestu málini, ið skulu avgreiðast undir samráðingunum.