Síðan aðalfundin í 2006 hevur verið arbeitt fram ímóti, at ein portal fyri alt virksemið hjá Føroya Lærarafelag. Og tað er ikki so lítið, tí umframt sjálvt felagið reka tey eisini Bókadeildina, bókaklubban, Strok, Skúlablaðið og nú eisini Bókamiðsøluna.
Hesin portalur er nú komin, og lærarafelagið vónar, at at portalurin fer at vera til mikið gagn hjá lærarum, børnum og øllum teimum, sum hava áhuga fyri skúlaviðurskiftum og bókum.