Lærarafeløg: Virðið samráðingarrættin

Verkfallið hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum tykist at hava stóran stuðul millum manna, um støða skal takast í streyminum av almennum stuðulsyvirlýsingum. Bara í gjár vístu ellivu ymisk fakfeløg sín stuðul til stríðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum til betri lønarsømdir og rættindi at samráðast um egnu løn, og í morgun leggjast tvey feløg aftrat tí listanum.


Føroya Tekniska Lærarafelag og Musikklærarafelag Føroya hava sent hvør sína yvirlýsing, har tey harta Fíggjarmálaráðið fyri samráðingarleistin í lønarsamráðingunum og veita stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Jørgin Vágslíð, formaður í Føroya Tekniska Lærarafelag, hevur skrivað undir yvirlýsingina hjá felagnum, har hann heitir á Fíggjarmálaráðið at fara aftur til samráðingarborðið. Yvirlýsingin er fylgjandi:


- Føroya Tekniska Lærarafelag vil  hervið lýsa sín fulla  stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa betri sømdir fyri limir sínar.


- FTL heitir somuleiðis á Fíggjarmálaráðið, at virða frælsa samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum fakfelagi.


- FTL vil heita á fíggjarmálaráðið  um at seta seg aftur við samráðingarborðið og byrja einar veruligar samráðingar.


Musikklærarafelag Føroya finst at leistinum, har avtalan hjá einum fakfelag verður brúkt sum grundarlag fyri lønarsamráðingar hjá øllum øðrum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Sámal Petersen, formaður felagsins, hevur vegna felagið skrivað undir fylgjandi yvirlýsing.


- Musikklærarafelag Føroya (MLF) vil hervið stuðla Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í teirra lønarkrøvum mótvegis Fíggjarmálaráðnum.


- Eitt fakfelag eigur ikki longur einsæris at kunna samráðast um lønarkarm fyri øll hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.


- MLF vil heita á Fíggjarmálaráðið um at seta seg samráðingarborðið aftur og geva Sjúkrarøktarfrøðingum tað løn, tær hava krav uppá í mun til teirra útbúgving.