Sum er, at tað upp til tann einstaka læraran at ger nakað við happing í flokkinum. Ger hann tað av sínum eintingum, eru børnini heppin. Ger hann tað ikki, mugu tey bara vóna tað besta.
At duga at handfara happing er nevniliga hvørki ein liður í læraraútbúgvingini ella eitt krav til starvið sum lærari. At summir lærarar gera tað kortini, er sjálvandi at frøast um, men ikki nakað, vit eiga at taka sum eina sjálvfylgju.
Sambært Onnu Dalsgaard og Rigmor Dam, lærarum, verða teir lærarar, sum av sínum eintingum royna at seta happing á skránna, noyddir at trilva seg fram í blindum. Ongar fastlagdar mannagongdir eru stungnar út í kortið frá Mentamálaráðnum, eins og tímatalið heldur ikki leggur upp fyri tíðini, ið er neyðugt at brúka. Undir slíkum umstøðum verður orkan hjá sjálvt tí mest eldhugaða læraranum skjótt uppi, og so mugu børn og foreldur bara vóna tað besta.
Ikki upp til lærarar
Fyri at fáa eina mynd av, hvat verður gjørt við happing á teimum einstøku skúlunum, ringdi Anna Dalsgaard herfyri til lærarastovur kring landið. Tankin var, at tann lærararin, sum av tilvild tók hornið, varð eisini tann, sum bleiv spurdur. Eftir at hava spurt á eini átta størri og minni skúlum, var myndin á leið tann sama: lærarar royna hvør í sínum lagi at taka hond um happingartrupulleikar, men ána í grundini ikki, hvussu teir skulu gera. Niðurstøðan var, at sum er, er tað upp til tann einstaka læararan, um nakað verður gjørt við happingartrupulleikan ella ikki nakað, ið sambært Onnu Dalsgaard als ikki kann góðtakast.
Anna og Rigmor undrast á, hví ongin beinleiðis happingartilbúgving er, eins og flestu skúlar til dømis fingu í samband við átakið um Børn og sorg. Sum er, hava stigini til at gera nakað borið brá av at vera hissini royndir, sum ikki verða fylgdar upp, tí ongin veit hvussu. Ongin politikkur er á økinum, tilvildin ræður, og hvørki børn ella foreldur hava nakra trygd fyri, at happing ikki kemur at oyðileggja skúlaárini hjá tí einstaka barninum.
Ì hesum viðfangi greiddi ein mamma, sum var millum áhoyrarnar frá, hvussu trist tað var at kenna maktaloysi hjá lærararnum, tá hon royndi at fáa happaðu dóttrini hjálp. Eftir fleiri royndir var tað heilt av tilvild, at hon til endan fekk orðið á eina heilsusystur, sum bæði dugdi og hevði orku at gera nakað. Hesin næmingurin gjørdist ein av teimum hepnu, meðan tey minni hepnu framvegis verða við sviðið soð.









