Lírar detta niður á vegin

Seinastu kvøldini hava menn javnan fingið nakrar lírar kring havnarlagið og í bygdini á Sandi og í Skopun.

Seinastu kvøldini hava menn javnan fingið nakrar lírar kring havnarlagið og í bygdini á Sandi og í Skopun. Hetta er floygdur ungi hjá skrápi, sum flýgur úr reiðrinum, tá kvøldið kemur, men sum blendast av ljósinum, tá hann kemur inn yvir bygdina.

 

Roknast kann við, at hetta í fyrsta lagi er líri, sum flýgur úr reiðrinum í Skúvoynni og endar við havnarlagið ella á bygdarvegnum. Seinastu kvøldini hava fleiri bilar koyrt runt í Sandsbygd og partvís í Skopun, har førarin leitar eftir lírum.

 

Tá best hevur ligið fyri onnur ár, hevur onkur maður soleiðis fingið einar 12-13 lírar eitt kvøld, men tað eru eisini kvøld, har eingin líri blendast og dettur niður. Helst er tað onkur samanhangur við veðri og ljósi, sum ger, at kvøldini roynast ymisk.

 

Myndin av líranum, sum her situr við vegkantin á Sandi, er tikin í fyrrakvøldið. Hetta kvøldið fekk tann, sum tók myndina, fýra lírar, meðan onkur annar, hann tosaði við, hevði fingið einar sjey. Flestu, sum koyrdu runt og leitaðu hetta kvøldið, mundu fáa onkran líra.

 

Hetta er eitt sindur serstakt, og ert tú fyrst byrjaður at koyra og leita og hevur funnið onkran líra, er ringt at gevast. Tú hevur líka sum hug at koyra aftur og fram, aftur og aftur, tí tá tú fekst ein, tveir ella tríggjar, kanst tú saktans finna onkran aftrat.