Føroyska fólkakirkjan verður framvegis evangelisk-luthersk, um Løgtingið samtykkir at yvirtaka hana á ólavsøku í ár. Hetta stendur í uppskotinum, sum nú er til
hoyringar um ta føroysku fólkakirkjuna
Bertel Haarder, danskur kirkjumálaráðharri, vildi á tíðindafundi á Norðurbryggjuni í dag ikki svara beinleiðis uppá, um føroyskir myndugleikar hava bundið seg til hetta.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur tó, at føroyskir myndugleikar ikki hava bundið seg beinleiðis til nakað, men at hetta er ?undirforstaðið?, sum hann tekur til, tí allir flokkar eru samdir um hetta.
- Tað er heilt greitt, at vit yvirtaka kirkjuna í verandi bygnaði, sigur Jógvan á Lakjuni.
Harafturat leggur hann afturat, danska grundlógin enn er galdandi fyri Føroyar, har tað í grein 4 verður staðfest, at kirkjunnar læra skal vera evangelisk-luthersk.
Spurdur, um hann metir, at Føroyar enn verða bundnar av hesi grein í donsku grundlógini, sigur Bertel Haarder:
- Det er vi enige om.
- Det ligger i lovforslaget.
- Man kan sige det på den måde, at den luthersk-evangeliske kirkes indhold vil være det samme, for den er jo lige så færøsk, som den er dansk.
Men hvat heldur Bertel Haarder um, at hvørki Føroya bispur ella dómpróstur vóru til staðar, tá Felags yvirlýsingin varð undirskrivað í dag?
- Det har jeg overhovedet ingen kommentar til. Jeg har den største sympati for Hans Jacob, som har været med til alle bispemøder. Jeg tror, jeg ser ham igen den 7. maj. Jeg er sikker på, at han er ked af, at han ikke kunne være med.