So líðandi eru bæði aircondition og máling komin upp á pláss, tó at lovaði tjóðsangurin enn ikki er komin. Hetta tí einki ljóðannlegg er í høllini. Hinvegin eru nú bæði bóltdreingir og –gentur at síggja, eins og fólk alla tíðina er til reiðar at turka á gólvinum, skuldu nakrar sveittadropar gjørt hetta hált. Ein trupulleiki, sum tey jú ikki kenna aftur frá beach-volley.