Læra skúlabørn at ferðast trygt á internetinum

Børn skulu læra seg at ferðast tryggari á internetinum.

Tað er endamálið við einum samstarvi í millum Dátueftirlitið og SSP ráðgevingina.

Tey bæði hava gjørt eina avtalu um at læra skúlabørn at ferðast tryggari á internetinum og úrslitið av hesum samstarvi er, at fram til sjeynda februar fara fjórðu flokkarnir kring landið at arbeiða við evninum: Tryggari á netinum.

Umframt at læra tey at ferðast tryggari á internetinum, er endamálið eisini at læra tey at verja sítt privatlív og sínar upplýsingar. Og annars er endamálið at vísa teimum, hvar markið gongur fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum.

- Eisini verður kapping, har flokkarnir kappast um at gera fimm góð ráð um góðar vanar ella gott vinarlag á netinum.

Hesi ráðini kunnu venda sær til børn, foreldur ella onnur og skulu vera um, hvussu ein kann ferðast tryggari á netinum.

Vinnandi flokkurin sleppur at bowla í ein tíma við tilhoyrandi matskrá í nærmastu bowlinghøll.

Orsøkin til, at farið verður undir hetta átakið er, at elektroniskir samskiftismiðlarnir eru ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.

- Fartelefonin og internetið eru komin fyri at verða, og tí er neyðugt at læra børn og ung vandarnar á netinum.

Ætlanin er eisini, at átakið, ið bæði vendir sær til børn og foreldur, skal vera upplegg til tiltakið Tryggur internetdagur, sum Dátueftirlitið skipar fyri á Býarbókasavninum í Havn sjeynda februar og har verða eisini kappingar av ymsum slagi.