Læra pensjónistar at brúka teldu

Í tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn hava tey eina ørgrynnu av tilboðum til pensjónistar. Eitt av tilboðunum er, at tað nú ber til at fáa undirvísing í at brúka teldu.

Undirvísing í teldu er hvønn týsdag og fyrsti tímin verður nú týsdagin 17. januar klokkan 11.

Allir pensjónistar eru vælkomnir og tað er bara at melda seg til í Tilhaldinum.

Undirvísingin verður lagað til hvønn einstakan, men eitt, sum tey læra, er at brúka netbanka.

Onnur evni, sum væntandi verða tikin upp er at brúka prentara, skannara, myndatól.

Somuleðis verður eisini undirvíst í at skriva á teldu, at rokna á teldu, at gera myndir, eins og luttakararnir eisini læra at verja telduna fyri virus.

Sjálvandi verður eisini undirvíst í at brúka internet og at senda teldubrøv og mangt annað.

Tey, sum hava hug at fara á Facebook kunnu eisini læra tað, eins og tey læra at tosa fyri einki á Skype, sum er sera hent hjá teimum, sum hava skyldfólk og kenningar í fjarskotnum londum.