Eitt grønlendskt ferðalag við politikarum, vinnulívsfólki og embætisfólki hevur júst verið í Føroyum og kunnað seg um landið. Stjórin í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum var væl nøgdur við ferðina.
- Vit kunnu læra nógv av føroyskum loysnum, sigur Ole Rud, stjóri í Grønlendska Arbeiðsgevarafelagnum, við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Tað er Vinnuhúsið, sum hevur lagt ferðina hjá grønlendingunum til rættis. Skipað varð fyri kjaki, fyrilestrum og virkisvitjanum.