Læra hvussu teir stóru tala

Komandi vikuskifti bjóðar Heimamissiónin øllum ungum og vaksnum til eitt spennandi talaraskeið. Skeiðið er fyri øllum, ið eru eldri enn 16 ár.

Skeiðið er ætlað øllum, sum hava roynt at tala á einum møti, men ikki minst teimum, sum ikki hava roynt hetta áður. Sagt verður, at øll kunnu fáa okkurt gott og viðkomandi burtur úr skeiðnum.
Møguleiki verður eisini at royna hetta við sjálvur at halda eina talu á skeiðnum. Her verður skipað soleiðis fyri, at allir luttakarar fáa ein tíma at fyrireika seg í og síðan bera fram eina royndartalu uppá 10 min í einum bólki upp á 5-6 persónar. Hinir persónarnir fara síðani at geva feedback til taluna.
Tað vera bert føroyskir undirvísarar til skeiðið. Teir eru Hans Kristian Justesen, Sverri Steinhólm, Alfred Olsen, Tom Skaale, Reimund Langgaard, Jógvan Steintún og David Mørkøre.
Sum ein part av skeiðnum verður eisini hugt eftir upptøkum av, hvussu stórir talarar úti í heimi bera fram boðskap sín. Síðani verður ein eftirmeting gjørd av hesum eisini.
sb.